{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **

Vælkomin á arbeiðstorgið
hjá UíA Klaksvík

Um Ung í arbeiði

Ung í arbeiði er til tín, ið ynskir eitt frítíðararbeiði í Klaksvík, men ikki heilt veit, hvussu tú skal bera teg at. Hettar merkir, at tá ið tú setur teg í samband við UÍA, ja so hevur tú longu áhuga fyri arbeiðinum.

Tú hevur nú avgjørt, at tíðin er komin hjá tær at taka fyrsta stigið inn á lokala arbeiðsmarknaðin. Hendan avgerðin er ein varði í tínum lívi, og UÍA vil fegin fylgjast við tær á tínari leið.

UÍA ásannar, at ungdómstíðin er ein tíð, har tú bæði skal finna tína egnu leið, eins og tú skal finna teg til rættis saman við øðrum í okkara lokalsamfelag. Ígjøgnum frítíðararbeiði, lærir tú grundleggjandi førleikar, ið hava virði, bæði í arbeiðs- og gerandislívi tínum.

Endamálið við Ung í arbeiði í Klaksvík, er at skapa karmar, ið stimbra tína megi, at taka ábyrgd yvir fyri egnum lívi og felagsskapinum.

Tíðindi

Spurningar og svar

Hvussu virkar UíA?

Tit, ið fara til arbeiðis við Ung í arbeiði, skulu vera sinnaði at arbeiða 140 tímar. Hettar merkir, at tú sum luttakari í UÍA, fer at seta tíð og orku av, til eitt veruligt frítíðararbeiði. Um tú meldar teg til Ung í arbeiði, so er tað eitt ávíst ringskeið, ið tú sum ungur arbeiðstakari fer ígjøgnum. Hettar ringskeiðið er til fyri at stimbra tína megi at taka ábyrgd, og fyri at vísa á, hvussu ein setanargongd kann vera úti á arbeiðsmarknaðinum.

Umsóknin
Fyrsta stigið á leiðini til eitt arbeiði, er at søkja tað. Søk eitt arbeiði, við at senda umsóknina inn her á síðuni.

Samrøðan við UÍA
Á arbeiðsmarknaðinum vera tey ið hava søkt um arbeiði, kallaði inn til eina samrøðu. Til samrøðuna hjá UíA, fáa tú og Durita eitt prát um tína avgerð at traðka inn á lokala arbeiðsmarknaðin eins og UÍA leistin. Endamálið við samrøðuni er at finna útav, hvat fyri arbeiðspláss hóskar best til tín áhuga, eins og at kunna teg um ábyrgdina, ið tú átekur tær, tá ið tú traðkar inn á arbeiðsmarknaðin. Til hesa samrøðuna, fyrireika vit teg til møtið við tín komandi arbeiðsgevara. Samrøðurnar verða hildnar í hølinum hjá Ung í arbeiði, í Íverksetarahúsinum á Garðavegi 57. Øll ið melda seg til UÍA hava rætt til eina samrøðu, tó er ikki møguligt at veita vissu fyri, at øll fáa eitt arbeiði. 

Tú setur teg í samband við tín arbeiðsgevara
Tá ið vit hava funnið rætta arbeiðsplássið til tín, far tú boð frá UÍA. Eftir hettar ringir tú til tín arbeiðsgevara, og avtalar nærri. Arbeiðsgevarin hevur frammanundan fingið boð um, at tú fer at ringja. Hann/hon bíðar tí eftir, at ringt verður.

Royndartíðin
Tað er annarleiðis at práta um eitt arbeiði, og so at verða til arbeiðis. Sostætt hava fleiri arbeiðspláss á arbeiðsmarknaðinum eina royndartíð. Hettar merkir, at tú og títt nýggja arbeiðspláss hava møguleika fyri at merkja eftir, um UíA hevur sett tykkum rætt saman. Hjá UÍA er hendan royndartíðin 16 teir fyrstu tímarnir út av teimum 140. Um tað skuldi hent seg, at UíA ikki hevur sett tykkum rætt saman, ja so er tú vælkomin aftur til eina nýggja samrøðu. 

Arbeiðstíðin
Hevur UÍA para teg við rætta arbeiðspláss, so heldur tú áfram at arbeiða, inntil tú hevur arbeitt 140 tímar. Hesar tímarnar fer tú at læra og mennast, undir veingjabreiði á einum vaksnum. Ímeðan tú arbeiðir, fer tú at geva øllum tí, ið arbeiðsplássið inniheldur, ans. Eitt nú hevur tú fingið innlit í arbeiðsmentanina, og galdandi reglur, á júst hesum arbeiðsplássinum.Tú er nú royndirnar ríkari, og hvør veit: Møguliga spírar áhugin fyri júst hesum yrkinum?

Eftirmetingin og víðari vegleiðing
Tá ið tú er liðug/ur at arbeiða við Ung í arbeiði, er umráðandi at vit eftirmeta tína uppliving á lokala arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at vit áhaldandi kunnu menna UÍA í felag. Tú far soleiðis møguleika at møta aftur hjá UÍA í Íverksetarahúsinum, har tú eisini far eitt prát við Deirdre, ið er útbúgvingar- og karrieruvegleiðari. Tú og Deirdre fara tá at práta um møguligar útbúgvingarleiðir, ella møguleikar fyri læruplássi, ið kundu verið áhugaverd, út frá teimum arbeiðsroyndum tú júst hevur gjørt tær á tínum arbeiðsplássi.

Skreytblaðið   
Tá ið fólk fara úr einum starvi, er møguligt hjá teimum at fáa eitt skriv við sær, ið vísir á teirra royndir. Tá ið tú hevur verið ígjøgnum ringskeiðið hjá UÍA, hevur tú ognað tær grundleggjandi førleikar, ið hava virði, bæði í arbeiðs- og gerandislívi tínum. Flott klára! Tú far tí eitt skreytblað frá UíA, ið tú kann hava við tær víðari á arbeiðsleið tínari. 

Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at skriva á kjattinum her á síðuni, ella at senda ein meyl á uia@klaksvik.fo.

Hvat er aldursmarkið?

Í Føroyum hava vit eina lóg, ið kallast fyri arbeiðsumhvørvislógin. Í hesari lóg er ásett, hvussu gomul ella gamal tú skal vera, fyri at kunna arbeiða, og somuleiðis hvat fyri slag av arbeiði, tú kann gera. Hendan lógin bólkar ung í aldrinum 13-14 ár saman, og ung í aldrinum 15-17 ár saman. Arbeiðið, ið verður gjørt saman við UíA, er fyri ung í bólkinum 15-17 ár. Tó hava vit avgjørt, at aldursmarkið hjá UíA í ár er 15-16 ár.

Hettar merkir, at fyri at tú kann luttaka í Ung í arbeiði, skal tú:

  • verða fylt/ur 15 ár, áðrenn tú meldar teg til, tó
  • ikki fylla 17 ár í tí árinum tú meldar teg til
  • verða sinnað/ur og tøk/ur, at arbeiða 140 tímar, yvir/innan 1 ár

Sum nakað nýtt, er Ung í arbeiði ikki bert í summarfrítíðini, og tú hevur soleiðis møguleika at melda teg til alt árið, um tú lýkur treytinar omanfyri. Tað er tó ikki møguligt at veita trygd fyri, at arbeiði er tókt.

Hvussu nógv fái eg í løn?

Tín løn verður útgoldin av tínum arbeiðsgevara. Tað er sera ymiskt, hvat slag av arbeiði luttakarar í Ung í arbeiði arbeiða við, og tí er tað eisini ymiskt, hvat lønarsatsurin er. Tit, ið fara til arbeiðis við Ung í arbeiði í Klaksvík, verða sett og lønt eftir galdandi treytum á arbeiðsmarknaðinum, eins og øll onnur. Hettar merkir, at tú far løn eftir teimum lønarsatsunum, ið eru galdandi á júst tínum arbeiðsplássi.

Grundløn
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráðast um eina grundløn, ið er ymisk, alt eftir hvat slag av arbeiði talan er um. Hendan grundlønin er "minimumlønin", fyri títt arbeiði. Afturat hesari upphæddini, hevur tú rætt til frítíðarløn.

Frítíðarløn
Frítíðarlønin er 12% av áðurnevndu grundløn. Hendan upphæddin kemur afturat tínari grundløn, men verður ikki útgoldin beinanvegin. Ístaðin kemur tín frítíðarlønin inn á tína lønarkonto 1. maj árið eftir.

Eftirløn
Í lógini um eftirløn er ásett, at øll ið arbeiða, skulu gjalda inn á eina eftirlønarkonto. Tað er tí neyðugt hjá tær at stovna eina tílíka konto, í peningastovninum tí annars er ikki møguligt hjá arbeiðsgevaranum at flyta tær løn. Í ár er ásett, at tú sum minsta mark far goldið 5% av tínari grundløn + tínari frítíðarløn, inn á eftirlønarkonto tína. Hendan peningin far tú møguleika at fáa útgoldnan, tá ið tú ikki longur er á arbeiðsmarknaðinum. 

Gjøld
Tá ið tú hevur tikið avgerðina um, at tú nú er nóg búgvin til at geva títt íkast á arbeiðsmarknaðinum, so átekur tú tær samstundis eina ábyrgd yvir fyri okkara samfelag. Tí fer tú at leggja merki til, at áðrenn tú far lønina útgoldna, so eru ymisk gjøld, ið verða trekt av, t.d. "Als-, Barsil-, og AMEG gjald". Hesi gjøld eru á leið 5% av tínari grundløn. 

Skattur
Eisini er neyðugt hjá okkum ið arbeiða, at gjalda skatt. Tó er tað soleiðis, at øll ið ganga í skúla og hava eitt arbeiði við síðuna av, fáa eitt fríkort. Hettar merkir, at tú ikki skal gjalda skatt av tínari løn, so leingið tú ikki tjenar meira enn 30.000 kr. uppá eitt ár.  

Hvussu meldi eg meg til UíA?

Um tú ynskir eitt frítíðararbeiði í Klaksvík, men ikki heilt veit hvussu tú skal bera teg at, so er møguligt hjá tær at melda teg til UíA, og tilmeldingin er opin alt árið. Tú hevur hesar møguleikarnar:

1. Trýst á knøttin "Melda til UíA", niðast í teiginum "Arbeiðspláss". So skriva vit aftur til tín, og avtala nær tú kann koma til samrøðu. Tað er tó ikki møguligt at veita vissu fyri, at tú far arbeiði.

2. Leita tær arbeiðsplássið, ið tú hevur áhuga í, í teiginum "Arbeiðspláss", og søk júst hettar arbeiði.  So skriva vit aftur til tín, og avtala nær tú kann koma til samrøðu. Tað er tó ikki møguligt at veita vissu fyri, at tú far júst hettar arbeiðið.

Vit mæla tær til at lesa undir teiginum "Hvussu virkar UÍA?", áðrenn tú meldar teg til. Øll, ið melda seg til Ung í arbeiði koma til samrøðu við Duritu. Samrøðurnar verða hildnar í hølinum hjá Ung í arbeiði, í Íverksetarahúsinum á Garðavegi 57.

Um tú hevur spurningar, er tú vælkomin at skriva á kjattinum her á síðuni, ella at senda ein meyl á uia@klaksvik.fo.

Til arbeiðsgevaran

Sum arbeiðsgevari ert tú við til at menna ungu arbeiðstakararnar, og samstundis ert tú í nógvum førum teirra fyrsta møti við arbeiðsmarknaðin. UÍA ynskir saman við tykkum arbeiðsgevarum, at syrgja fyri at hettar fyrsta møtið, er eitt gott møti. UÍA ynskir í felag, at skapa góðar karmar fyri arbeiði, tí tað vísir seg at okkara fyrsta arbeiði, ja tað minnast vit! Vit minnast fyrst og fremst hvar vit arbeittu, men eisini minnast vit hvør var arbeiðsformaður/kvinna okkara, hvørjum vit arbeittu saman við, hvør lugtur eyðkendi arbeiðsplássið, um nógvur larmur var, um har var kalt ella heitt, hvussu nógv vit fingu í løn o.s.v. Søgurnar vit fortelja um okkara fyrsta arbeiði eru ymiskar á at lýta. 

Tá ið tú traðkar inn á eitt nýtt arbeiðspláss, koma nógvar kenslur í spæl. Allarhelst er nýggi UÍA starvsfelagi tykkara áhugað/ur og spent/ur, at byrja í arbeiði. Men tað er sera skjótt at hesar kenslur kunnu vendast til fánýtiskenslur. Sum arbeiðsgevari hjá UíA, hugsa so um hvørjar kenslur fáa pláss á tínum arbeiðsplássi, og somuleiðis hvørja søgu tú ynskir, at ungi arbeiðstakarin fortelur um sítt fyrsta arbeiði.

Fyri at stuðla einari góðari tilgongd, kanst tú eitt nú:

  • Greiða tí unga frá søguni og endamálinum við arbeiðsplássinum
  • Vísa tí unga runt á arbeiðsplássinum og geva eina heildarmynd av virkseminum
  • Navnkenna tann unga fyri fólkunum á staðnum
  • Stuðla tí unga og veita ráðgeving, soleiðis at tann ungi megnar uppgávurnar á arbeiðsplássinum

Um tú ikki longu er ein av arbeiðsgevarunum hjá Ung í arbeiði, so er tú altíð vælkomin uppí, tá ið tú hevur tíð og orku at hava ung undir tínum veingjabreiði. Hevur tú spurningar, ella ynskir tú at melda títt arbeiðspláss til, er tú vælkomin at skriva á kjattinum her á síðuni, ella at senda ein meyl á uia@klaksvik.fo.

Til foreldur

Við Ung í arbeiði, far barn tykkara ein møguleika, at fáa eitt prát um avgerðina at traðka inn á arbeiðsmarknaðin. Hettar er ein stór avgerð, barn tykkara hevur tikið, og við einari tílíkari avgerð, fylgir ábyrgd. Tá ið barn tykkara er til arbeiðis, fer tað at læra, at tað eru aðrir reglar og normar galdandi, enn t.d. í skúlanum ella í heiminum.

Tað eru tit foreldur, ið hava evstu ábyrgd av tykkara børnum, teirra trivnaði, menning og læring. UíA ynskir at vera við til at skapa karmar í okkara lokalsamfelag, ið stuðla júst hesum. Á arbeiðsplássinum, fer tann ungi at læra og mennast, undir veingjabreiði á einum vaksnum, men tað er umráðandi, at tit sum foreldur stuðla tí unga í møtinum við arbeiðsmarknaðin!

Hettar kunnu tit eitt nú gera, við at:

  • Stuðla tí unga í sjálvstøðugt at taka ábyrgd. T.d. við at stimbra megina hjá tí unga, sjálv/ur at melda seg til UíA, heldur enn at gera tað fyri tann unga.
  • Tosa við barn títt, um allar teir arbeiðsmøguleikarnir, ið eru lýstir á Arbeiðstorginum.
  • Vísa áhuga og virðing fyri arbeiðinum, ið barn tykkara røkir. T.d. við at stuðla teimum í at møta til tíðina, og tosa við tann unga um arbeiðsdagin.

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at skriva á kjattinum her á síðuni, ella at senda ein meyl á uia@klaksvik.fo