{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **

Vælkomin á arbeiðstorgið
hjá UíA Klaksvík

Um Ung í arbeiði

Ung í arbeiði er til tín, ið ynskir eitt frítíðarbeiði í Klaksvík, men ikki heilt veit, hvussu tú skal bera teg at. Hetta merkir, at tá ið tú setur teg í samband við UÍA, ja, so hevur tú longu áhuga fyri arbeiðinum.

Tú hevur nú avgjørt, at tíðin er komin hjá tær at taka fyrsta stigið inn á lokala arbeiðsmarknaðin. Hendan avgerðin er ein varði í tínum lívi, og UÍA vil fegin fylgjast við tær á tínari leið.

UÍA ásannar, at ungdómstíðin er ein tíð, har tú bæði skal finna tína egnu leið, eins og tú skal finna teg til rættis saman við øðrum í okkara lokalsamfelag. Ígjøgnum arbeiði lærir tú grundleggjandi førleikar, ið hava virði, bæði í arbeiðs- og gerandislívi tínum.

Endamálið við Ung í arbeiði í Klaksvík er at skapa karmar, ið stimbra tína megi, at taka ábyrgd yvir fyri egnum lívi og felagsskapinum.

Tíðindi

Spurningar og svar

Hvussu virkar UíA?

Tit, ið fara til arbeiðis við Ung í arbeiði, skulu vera sinnað at arbeiða 140 tímar í 1 ár. Hetta merkir, at tú sum luttakari í UÍA mást seta tíð og orku av til eitt veruligt frítíðararbeiði (GG í ár er tó ikki møguleiki at veita nakra vissu um arbeiðstímatalið). Leikluturin hjá Ung í arbeiði er at skapa ein møguleika hjá ungdóminum í Klaksvík at fáa samband við stjórar og leiðarar á arbeiðsplássum í Klaksvík. Tað er tí ikki uppgávan hjá Ung í arbeiði í síðsta enda at skaffa tær arbeiði men at stuðla tær í sjálv/ur at skaffa tær eitt arbeiði. Hetta merkir, at um tú meldar teg til Ung í arbeiði, so er tað eitt ávíst ringskeið, ið tú sum ungur arbeiðstakari fert ígjøgnum. Hetta ringskeiðið er til fyri at stimbra tína megi at taka ábyrgd og fyri at vísa á, hvussu ein setanargongd kann vera úti á arbeiðsmarknaðinum.

Umsóknin
Fyrsta stigið á leiðini til eitt arbeiði er at søkja tað. Søk eitt arbeiði við at senda umsóknina inn her á síðuni.

Samrøðan við UÍA
Á arbeiðsmarknaðinum verða tey, ið hava søkt um arbeiði, kallað inn til eina samrøðu. Til samrøðuna hjá UÍA fáa tú og Durita eitt prát um tína avgerð at traðka inn á lokala arbeiðsmarknaðin eins og UÍA leistin. Endamálið við samrøðuni er at finna útav, hvat fyri arbeiðspláss hóskar best til tín áhuga, eins og at kunna teg um ábyrgdina, ið tú átekur tær, tá ið tú traðkar inn á arbeiðsmarknaðin. Til hesa samrøðuna fyrireika vit teg til møtið við tít komandi arbeiðspláss. Samrøðurnar verða hildnar í hølinum hjá Ung í arbeiði í Íverksetarahúsinum á Garðavegi 57. Øll, ið melda seg til UÍA, hava rætt til eina samrøðu, tó er ikki møguligt at veita vissu fyri, at øll fáa eitt arbeiði. 

Tú setur teg í samband við tín arbeiðsgevara
Tá ið vit hava funnið rætta arbeiðsplássið til tín, fært tú boð frá UÍA. Eftir hetta ringir tú til tín arbeiðsgevara og avtalar nærri. Í hesum somu boðum geva vit tær onkur hugskot til, hvat tú kann siga, tá ið tú ringir til arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin hevur frammanundan fingið boð um, at tú fert at ringja. Hann/hon bíðar tí eftir, at ringt verður.

Royndartíðin
Tað er annarleiðis at práta um eitt arbeiði og so at vera til arbeiðis. Sostatt hava fleiri arbeiðspláss á arbeiðsmarknaðinum eina royndartíð. Hetta merkir, at tú og títt nýggja arbeiðspláss hava møguleika fyri at merkja eftir, um UíA hevur sett tykkum rætt saman. Hjá UÍA er henda royndartíðin 16 teir fyrstu tímarnir út av teimum 140. Um tað skuldi hent seg, at UíA ikki hevur sett tykkum rætt saman, ja, so er tú sjálvandi vælkomin aftur til eina nýggja samrøðu. 

Arbeiðstíðin
Hevur UÍA knýtt teg at rætta arbeiðsplássi, so hevur tú møguleika at halda áfram at arbeiða, inntil tú hevur arbeitt 140 tímar. Júst nær hesir tímanir verða arbeiddir, er nakað, ið tú avtalar við tín arbeiðsgevara. Hesar tímarnar fert tú at læra og mennast undir veingjabreiði á einum vaksnum. Meðan tú arbeiðir, fert tú at geva øllum tí, ið arbeiðsplássið inniheldur, ans. Eitt nú hevur tú fingið innlit í arbeiðsmentanina og galdandi reglur á júst hesum arbeiðsplássinum.Tú ert nú royndirnar ríkari, og hvør veit, møguliga spírar áhugin fyri júst hesum yrkinum?

Eftirmetingin og víðari vegleiðing
Tá ið tú er liðug/ur at arbeiða við Ung í arbeiði, er umráðandi, at vit eftirmeta tína uppliving á lokala arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at vit áhaldandi kunnu menna UÍA í felag. Tú fært tí møguleika at møta aftur hjá UÍA í Íverksetarahúsinum, har tú eisini fært eitt prát við Deirdre, ið er útbúgvingar- og karrieruvegleiðari. Tú og Deirdre fara tá at práta um møguligar útbúgvingarleiðir ella møguleikar fyri læruplássi, ið kundu verið áhugaverd út frá teimum arbeiðsroyndum, tú júst hevur gjørt tær á tínum arbeiðsplássi.

Skreytblaðið   
Tá ið fólk fara úr einum starvi, er møguligt hjá teimum at fáa eitt skriv við sær, ið vísir á teirra royndir. Tá ið tú hevur verið ígjøgnum ringskeiðið hjá UÍA, hevur tú ognað tær grundleggjandi førleikar, ið hava virði, bæði í arbeiðs- og gerandislívi tínum. Flott klárað! Tú fært tí eitt skreytblað frá UíA, ið tú kanst hava við tær víðari á arbeiðsleið tínari. 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva á kjattinum her á síðuni ella at senda ein meyl á uia@klaksvik.fo.

Hvat er aldursmarkið?

Í Føroyum hava vit eina lóg, ið kallast fyri arbeiðsumhvørvislógin. Í hesari lóg er ásett, hvussu gomul ella gamal tú skalt vera fyri at kunna arbeiða, og somuleiðis hvat fyri slag av arbeiði, tú kanst gera. Henda lógin bólkar ung í aldrinum 13-14 ár saman og ung í aldrinum 15-17 ár saman. Arbeiðið, ið verður gjørt saman við UíA, er fyri ung í bólkinum 15-17 ár. Tó hava vit avgjørt, at aldursmarkið hjá UíA í ár er 15-16 ár.

Hettar merkir, at fyri at tú kanst luttaka í Ung í arbeiði, skalt tú:

  • verða fylt/ur 15 ár, áðrenn tú meldar teg til, tó
  • ikki fylla 17 ár í tí árinum, tú meldar teg til
  • verða sinnað/ur og tøk/ur at arbeiða teir tímarnar, ið tú og arbeiðsgevarin avtala

GG! Sum nakað serligt í 2020, eru nýggj størv sett á stovn, har aldursmarkið er annarleiðis. Hesi eru:

  • Ung í listarligum arbeiði, har aldursmarkið er 13-17 ár
  • Ung í grønum arbeiði, har aldursmarkið er 15-19 ár

Ung í arbeiði er nú ikki bert í summarfrítíðini, og tú hevur soleiðis møguleika at melda teg til alt árið, um tú lýkur treytinar omanfyri. Tað er tó ikki møguligt at veita trygd fyri, at arbeiði er tókt.

Hvussu nógv fái eg í løn?

Tín løn verður útgoldin av tínum arbeiðsgevara. Tað er sera ymiskt hvat slag av arbeiði, luttakarar í Ung í arbeiði arbeiða við, og tí er tað eisini ymiskt, hvat lønarsatsurin er. Tit, ið fara til arbeiðis við Ung í arbeiði í Klaksvík, verða sett og lønt eftir galdandi treytum á arbeiðsmarknaðinum eins og øll onnur. Hettar merkir, at tú fært løn eftir teimum lønarsatsunum, ið eru galdandi á júst tínum arbeiðsplássi.

Grundløn
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráðast um eina grundløn, ið er ymisk alt eftir hvat slag av arbeiði, talan er um. Henda grundlønin er "minstalønin" fyri títt arbeiði. Afturat hesari upphæddini hevur tú rætt til frítíðarløn.

Frítíðarløn
Frítíðarlønin er 12 % av áðurnevndu grundløn. Hendan upphæddin kemur afturat tínari grundløn, men verður ikki útgoldin beinanvegin. Í staðin kemur tín frítíðarlønin inn á tína lønarkonto 1. mai árið eftir.

Eftirløn
Í lógini um eftirløn er ásett, at øll, ið arbeiða, skulu gjalda inn á eina eftirlønarkonto. Tað er tí neyðugt hjá tær at stovna eina tílíka konto í peningastovninum, tí annars er ikki møguligt hjá arbeiðsgevaranum at flyta tær løn. Í ár er ásett, at tú sum minsta mark fært goldið 6 % av tínari grundløn + tínari frítíðarløn inn á eftirlønarkonto tína. Henda peningin fært tú møguleika at fáa útgoldnan, tá ið tú ikki longur ert á arbeiðsmarknaðinum. 

Gjøld
Tá ið tú hevur tikið avgerðina um, at tú nú ert nóg búgvin til at geva títt íkast á arbeiðsmarknaðinum, so átekur tú tær samstundis eina ábyrgd yvir fyri okkara samfelag. Tí fert tú at leggja merki til, at áðrenn tú fært lønina útgoldna, so eru ymisk gjøld, ið verða trekt av, t.d. "Als-, Barsil-, og AMEG gjald". Hesi gjøld eru á leið 5 % av tínari grundløn. 

Skattur
Eisini er neyðugt hjá okkum, ið arbeiða, at gjalda skatt. Tó er tað soleiðis, at øll, ið ganga í skúla og hava eitt arbeiði við síðuna av, fáa eitt fríkort. Hettar merkir, at tú ikki skalt gjalda skatt av tínari løn, so leingi tú ikki tjenar meira enn 30.000 kr. upp á eitt ár.  

Hvussu meldi eg meg til UíA?

Um tú ynskir eitt frítíðararbeiði í Klaksvík men ikki heilt veitst, hvussu tú skal bera teg at, so er møguligt hjá tær at melda teg til UíA; tilmeldingin er opin alt árið. Tú hevur hesar møguleikarnar:

1. Trýst á knøttin "Melda til UíA" niðast í teiginum "Arbeiðspláss". So skriva vit aftur til tín og avtala, nær tú kanst koma til samrøðu. Tað er tó ikki møguligt at veita vissu fyri, at tú fært arbeiði.

2. Leita tær arbeiðsplássið, ið tú hevur áhuga í, í teiginum "Arbeiðspláss" og søk júst hetta arbeiðið. So skriva vit aftur til tín, og avtala nær tú kanst koma til samrøðu. Tað er tó ikki møguligt at veita vissu fyri, at tú fært júst hetta arbeiðið.

Vit mæla tær til at lesa undir teiginum "Hvussu virkar UÍA?", áðrenn tú meldar teg til. Øll, ið melda seg til Ung í arbeiði, koma til samrøðu við Duritu. Samrøðurnar verða hildnar í hølinum hjá Ung í arbeiði í Íverksetarahúsinum á Garðavegi 57.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at skriva á kjattinum her á síðuni ella at senda ein meyl á uia@klaksvik.fo.

Til arbeiðsgevaran

Sum arbeiðsgevari ert tú við til at menna ungu arbeiðstakararnar, og samstundis ert tú í nógvum førum teirra fyrsta samband við arbeiðsmarknaðin. UíA ynskir saman við tykkum arbeiðsgevarum at syrgja fyri, at hetta fyrsta sambandið er eitt gott samband. UíA ynskir í felag at skapa góðar karmar fyri arbeiðið, tí tað vísir seg, at okkara fyrsta arbeiði tað minnast vit! Vit minnast fyrst og fremst, hvar vit arbeiddu, men eisini minnast vit, hvør var arbeiðsformaður/kvinna okkara, hvørjum vit arbeiddu saman við, hvør luktur eyðkendi arbeiðsplássið, um nógvur larmur var, um har var kalt ella heitt, hvussu nógv vit fingu í løn o.s.fr. Søgurnar, vit fortelja um okkara fyrsta arbeiði, eru ymiskar á at lýta. 

Tá ið tú traðkar inn á eitt nýtt arbeiðspláss, koma nógvar kenslur í spæl. Allarhelst er nýggi UíA starvsfelagi tykkara áhugað/ur og spent/ur at byrja í arbeiði. Men tað er sera skjótt, at hesar kenslur kunnu vendast til fánýtiskenslur. Sum arbeiðsgevari hjá UíA hugsa so um, hvørjar kenslur fáa pláss á tínum arbeiðsplássi, og somuleiðis hvørja søgu tú ynskir, at ungi arbeiðstakarin fortelur um sítt fyrsta arbeiði.

Fyri at stuðla einari góðari tilgongd, kanst tú eitt nú:

  • Greiða tí unga frá søguni og endamálinum við arbeiðsplássinum
  • Vísa tí unga runt á arbeiðsplássinum og geva eina heildarmynd av virkseminum
  • Navnkenna tann unga fyri fólkunum á staðnum
  • Stuðla tí unga og veita ráðgeving, soleiðis at tann ungi megnar uppgávurnar á arbeiðsplássinum

Um tú ikki longu ert ein av arbeiðsgevarunum hjá Ung í arbeiði, so er tú altíð vælkomin uppí, tá ið tú hevur tíð og orku at hava ung undir tínum veingjabreiði. Hevur tú spurningar, ella ynskir tú at melda títt arbeiðspláss til, ert tú vælkomin at skriva á kjattinum her á síðuni ella at senda ein meyl á uia@klaksvik.fo.

Til foreldur

Við Ung í arbeiði fær barn tykkara ein møguleika at fáa eitt prát um avgerðina at traðka inn á arbeiðsmarknaðin. Hetta er ein stór avgerð, barn tykkara hevur tikið, og við einari tílíkari avgerð fylgir ábyrgd. Tá ið barn tykkara er til arbeiðis, fer tað at læra, at tað eru aðrar reglur og normar galdandi enn t.d. í skúlanum ella í heiminum.

Tað eru tit foreldur, ið hava evstu ábyrgd av tykkara børnum, teirra trivnaði, menning og læring. UíA ynskir at vera við til at skapa karmar í okkara lokalsamfelag, ið stuðla júst hesum, men tað er tykkara lutur at meta um, um barn tykkara fer at trívast í UÍA skipanini. Á arbeiðsplássinum fer tann ungi at læra og mennast undir veingjabreiði á einum vaksnum, og tað er umráðandi, at tit sum foreldur stuðla tí unga í sambandinum við arbeiðsmarknaðin!

Hetta kunnu tit eitt nú gera við at:

  • Stuðla tí unga í sjálvstøðugt at taka ábyrgd. T.d. við at stimbra megina hjá tí unga til sjálv/ur at melda seg til UíA heldur enn at gera tað fyri tann unga.
  • Tosa við barn títt um allar arbeiðsmøguleikarnar, ið eru lýstir á Arbeiðstorginum, men eisini um aðrar møguleikar, ið ikki longu eru á Arbeiðstorginum.
  • Vísa áhuga og virðing fyri arbeiðinum, ið barn tykkara røkir. T.d. við at stuðla teimum í at møta til tíðina og tosa við tann unga um arbeiðsdagin.

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at skriva á kjattinum her á síðuni, ella at senda ein meyl á uia@klaksvik.fo