{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Fríða Kaffihús

Fríða Kaffihús ynskir lagaligan ungdóm til at arbeiða eftir skúlatíð og annan hvønn leygardag

Virksemið á Fríðu er innan tænastuvinnuna, og er tað tí sera tengt av nær kundin ynskir at nýta hesa tænastu. Eitt nú stendur Fríða Kaffihús fyri tí, ið kallast "events". Hettar merkir, at um tú arbeiður á Fríðu, so er neyðugt at verða sinnað/ur at traðka til, tá ið tørvur er á tí. Tú fer at arbeiða í sjálvum kaffihúsinum, men eisini aðrastaðni, har tørvur er á tænastuni, ið Fríða bjóðar t.d. í Nólsoyar Páls húsið. "Toymisarbeiði" er lyklaorðið á hesum arbeiðsplássinum. 

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At vaska upp og rudda av
- Ganga til handa, tá ið events eru  
- Leggja myndir út á sosialu miðlarnar hjá Fríðu, eitt nú av leskiligum køkum

Um tú hevur serligan áhuga og hegni fyri matgerð, so er eisini møguleiki at arbeiða við hesum.  

Mimmy Vágsheyg er stjóri í Fríða kaffihús, og á hesari leinkjuni bjóðar hon tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Fríða Kaffihús, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

Instagram

Søk arbeiði