{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Býargartnarin í Klaksvíkar kommunu

Býargartnarin hjá Klaksvíkar kommunu hevur pláss fyri tveimum ungum at arbeiða í summarferiuni og eftir skúlatíð

Uppgávan hjá býargartnaranum er at fríðka um bý okkara. Hettar merkir, at tá ið tú arbeiðir á hesum arbeiðsplássinum, so er tú nógv úti í frísku luftini.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At lúka í beðum kring býðin
- At seta trø og blómur niður
- At leggja gøtur

Á hesum arbeiðsplássinum, far tú møguleika at hava ábyrgd av einari nýggjari flutningssúkklu, ið Klaksvíkar kommuna hevur keypt til arbeiðið, sum í hesum døgum verður gjørt við at fríðka býin.

Hans Hjalti Skaale er býargartnari, og á hesari leinkjuni bjóðar hann tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Klaksvíkar kommunu, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

Youtube

Instagram

Søk arbeiði