{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Samskiftiseindin í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna ynskir tvey ung at arbeiða við samskifti. Vit byrja beinavegin.

Samskiftiseindin er partur av stjórnarfyrisitingini í Klaksvíkar kommunu. Tað er eitt nú á hesari eindini, at allir miðlanir hjá Klaksvíkar kommunu verða stýrdir. Fyri at røkja hettar starvið, krevur tað at tú dugir væl við talgildar miðlar.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At arbeiða við sosialum miðlum, eitt nú facebook og instagram
- At gera voxpop klipp á gøtuni í Klaksvík
At arbeiða tætt saman við samskiftisfólkunum hjá Klaksvíkar kommunu, eitt nú í samband við tiltøk so sum "Atlantic Fair" og "Royal Run"

Tað er tí umráðandi, at tú megnar at halda teg framat og eitt nú tosa við fólk, ið tú møguliga ikki kennur frammanundan. 

Fríða Næs arbeiðir sum samskiftisfólk hjá Klaksvíkar kommunu, og hon bjóðar her "Vælkomin til arbeiðis"

Leita tær nærri kunning um Klaksvíkar kommunu, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

Youtube

Instagram

 

Søk arbeiði