{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Jákup B

Nú er møguleiki at sleppa til skips í summarferiuni

Hevur tú ein dreym um at royna sjólívið? So er bara at halda teg framat, tí í summarferiuni verður møguligt at sleppa ein túr við línuskipinum Jákup B. Umborð á einum skipi eru nógvar vandastøður. Tí er neyðugt, at tú dugir at samstarva, spyrja og lurta eftir.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At standa við rulluna
- At kryvja
- At standa við splittaran

Um tú ynskir at mynstra umborð á Jákup B, saman við Ung í arbeiði, so er neyðugt at tú hevur oljuklæðir og styvlar við tær. Afturat hesum er neyðugt at tú hevur bláubók og siglingarbók. Trygdarskeið er ikki eitt krav, men hevur tú tikið hettar skeiðið, so er tað ordiliga gott. 

Óli M. Lassen er stjóri í felagnum EFHO, ið eigur Jákup B, og hann bjóðar her "Vælkomin til arbeiðis"

Leita tær nærri kunning um E.F.H.O., við at trýsta á slóðina niðanfyri.

Heimasíðan

Youtube

 

 

Søk arbeiði