{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Klaksvíkar Sleipistøð

KSS ynskir ung til arbeiðis í summarferiuni

Í summarferiuni er sera nógv virksemi á KSS, tí tá eru altíð bátar, ið skulu á beding. KSS arbeiðir við at halda bátanir við líka, eitt nú við at reinsa motorar, sveisa og mála. Eisini hevur KSS eina væl útgjørda smiðju, har nógv fólk arbeiðir til dagligt, eins og eitt lagur, ið selur eykalutir. Hettar arbeiðsplássið kundi í 2018 fegnast um ein stjóra, ið fekk heiðurin av at vera "Ársins leiðari". 

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at fáa á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At arbeiða umborð á skipum, sum eru í dokk
- At rokast við ymiskt á smiðjuni

Hevur tú áhuga í at arbeiða við, og skapa ymiskt úr stáli, so er tú vælkomin at royna teg við hesum.

Frimodt Rasmussen er stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, og hann bjóðar her "Vælkomin til arbeiðis"

Leita tær nærri kunning um Klaksvíkar sleipistøð, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

Youtube

 

Søk arbeiði