
Arbeiðspláss
Looknorth

Looknorth ynskir at hava ung í arbeiði eftir summarferiuna
Looknorth varð stovnað í 2000 og framleiður plast, flamingokassar, men eisini prýðislutir so sum Kópakonuna og Leypin. Looknorth er ein sera innovativ fyritøka, og framleiðir í dag yvir 80 ymiskar vørur. Heiðurslønin "Ársins íverkseti", varð í 2017 handað stjóranum, Árna Skaale fyri at bróta slóð og at nøra um eitt fjølbroytt vinnulív. Fyritøkan er vaksin nógv síðani 2000 og í dag arbeiða eini 15 fólk í Looknorth. Á Looknorth hava tey havt góðar royndir við Ung í Arbeiði og vilja tí fegin geva einum ungum fyrstu royndirnar á arbeiðsmarknaðinum.
Ragnar O. Sundstein tók við sum stjóri, tá Árni Skaale bleiv fiskimálaráðharri í januar í ár.
Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:
- At taka frá maskinum og pakka vøru
- At flyta vøru millum framleiðslu og goymslu
- Viðlíkahaldsarbeiði og reingerð
- At prenta uppá kassar
Tú kemur at byrja 15. august og heldur fram til 2. september. Arbeiðstíðin kemur at verða frá 15 til 19, men hetta kann møguliga tillagast eftir tørvi. Talan er um 80 tímar samanlagt.
Leita tær nærri kunning um Looknorth, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.