
Arbeiðspláss
Smiðjan í Klaksvíkar kommunu

Smiðjan í Klaksvíkar kommunu hevur pláss fyri einum ungum, at arbeiða ein dag um vikuna, eftir skúlatíð
Tá ið tú arbeiðir í einari smiðju, so mást tú dáma, at fáa hendurnar skitnar. Á smiðjuni taka tey sær av umvælingum á øllum arbeiðsakførum, ið hoyra til Klaksvíkar kommunu -frá vognunum hjá barnagørðunum, til lastbilarnar á vegadeildini.
Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at fáa á hesum arbeiðsplássinum eru:
- At skifta dekk
- At halda verkstaðið snotiligt
Hevur tú áhuga fyri motorum, so er eisini møguleiki at læra meira um tílíkt.
Jan Askham er leiðari á smiðjuni, og á hesari leinkjuni bjóðar hann tær "Vælkomin til arbeiðis" .
Leita tær nærri kunning um Klaksvíkar kommunu, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.