{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Sambýlið á Heygnum

Sambýlið á Heygnum hevur pláss fyri ungfólki at arbeiða eftir skúlatíð

Sambýlið er ein av fimm bústovnum í Norðoya bú- og heimatænastu. Í hesum sambýlinum hava eldri fólk teirra heim, og tí eru fólk her alt samdøgrið. Tá ið tú arbeiðir her, arbeiðir tú sostætt inni í heiminum hjá fólki. Hettar krevur at tú er serliga umhugsin og høvisk/ur. Umsorgan er lyklaorðið á hesum arbeiðsplássinum.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- Lesa søgur fyri búfólkunum
- Fáa tær drekkamunn saman við búfólkunum
- Vera uttanfyri og fáa fríska luft saman við búfólkunum

Sólgerð Vang er dagligur leiðari á bústovninum, og á hesari leinkjuni bjóðar hon tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Norðoya Bú- og heimatænastu, við at trýsta á slóðina niðanfyri.

Heimasíðan

Søk arbeiði