{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Norðoya Ellis- og vistarheim

Norðoya Ellis- og vistarheim hevur pláss fyri ungdómum, at arbeiða eftir skúlatíð

Ellis- og vistarheimið í Klaksvík er ein av fimm bústovnum hjá Norðoya bú- og heimatænastu. Í hesum heiminum, ið eru eini hugnalig hvít sethús, búgva 11 kvinnur undir somu lon. Tá ið tú arbeiðir her, arbeiðir tú inni í heiminum hjá hesum kvinnum. Tí krevur hettar arbeiði, at tú er serliga umhugsin og høvisk/ur. Umsorgan er lyklaorðið á hesum arbeiðsplássinum.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- Lesa søgur fyri búfólkunum
- Fáa tær drekkamunn saman við búfólkunum
- Vera uttanfyri og fáa fríska luft saman við búfólkunum

Um tú kundi hugsað tær at arbeitt uttanfyri, eitt nú at mála og halda túnið ruddiligt, so er eisini møguleiki til tess.

Turið Zachariassen er dagligur leiðari hjá Norðoya Elli- og Vistarheim.

Leita tær nærri kunning um Norðoya Bú- og heimatænastu, við at trýsta á slóðina niðanfyri.

Heimasíðan

Søk arbeiði