{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Northern Fish Cold Storage

N.F.C.S. hevur pláss fyri ungum at koma til arbeiðis

N.F.C.S. ella "Frystihúsið", sum tað eisini verður kallað, hevur úr at gera nú bátanir fáa sera nógvan fisk. Tí er altíð pláss fyri røkum ungdómi, at arbeiða her. Av tí at arbeiði á hesum virkinum, er tengt at hvussu nógvur fiskur verður fiskaður, ber sjálvdan til at planleggja arbeiði langt fram í tíðina. Tí er umráðandi at tú kann traðka til, tá ið arbeiði er, ofta við stuttum skoðsbráði. Um ongin fiskur er, so er altíð okkurt at taka hond í allíkavæl.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At skilja fisk á einum skiljibandi inni í virkinum
- At spula kassar, høllina og økið uttanfyri
- At standa á kajini og landa

Um tú kundi hugsað tær hettar arbeiði, so er neyðugt at tú hevur oljuklæðir og gummistyvlar við tær.

Elsubeth Poulsen er dagligur leiðari á NFCS, og á hesari leinkjuni bjóðar hon tær "Vælkomin til arbeiðis" .

Søk arbeiði