{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

El-in

El-in ynskir ung at arbeiða í handlinum í summarferiuni

Í handlinum hjá El-in selja tey hvítvørur og el lutir, men eisini eina rúgvu av lampum. Tí er altíð ljós í vindeygunum hjá El-in. Tá ið tú arbeiður í handilsvinnuni, so er umráðandi at tú er fyrikomandi, og gevur tær far um kundan, ið kemur inn í handilin, eitt nú við at siga "góðan dag". Tú kann tí vænta nógva eygnakontakt í hesum arbeiðinum.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At seta vøru uppá pláss
- At standa við kassan og hjálpa kundum
- At pynta vindeygu og básar í handlinum

El-in er sera virkin á sosialum miðlum, so um tú hevur sans fyri tílíkum, verður eisini møguligt at royna teg við hesum. Um tú søkir hettar arbeiði, so er ynskiligt, at tú kann halda á fram at arbeiða í handlinum, eftir at tín arbeiðastíð við UíA er yvir. Hettar merkir, at tú kann halda á fram at arbeiða hjá El-in eftir skúlatíð og leygardagar.

Hilmar Danielsen er stjóri í El-in, og hann bjóðar her "Vælkomin til arbeiðis"

Leita tær nærri kunning um El-in, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

Instagram

 

Søk arbeiði