{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Málarameistarin Anskar Hansen

Málarameistarin Anskar Hansen ynskir ein ungan í arbeiði skjótast gjørligt

Nú tá ið summarið er í nánd, er sera nógv uttandurða arbeiði, ið skal gerast. Um tað viðrar, er eitt av hesum uttandurða arbeiðunum er máliarbeiði. Hjá Anskar Hansen hava tey tí úr at gera hesa ársins tíð. Her eru longu nøkur ung í starvi, sum arbeiða lið við lið, saman við vaksnum fólki og málarameistaranum sjálvum. At mála krevur nógva kropsliga orku, og tí er neyðugt, at tú er væl fyri kropsliga, um tú ynskir at søkja hettar starvið.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At mála úti
- At mála inni
- At ganga til handa

Um tú hevur serligan áhuga og hegni fyri júst hesum yrkinum, verður møguleiki at koma í læru hjá málarameistaranum Anskar Hansen í framtíðini. 

Anskar Hansen er stjóri á fyritøkuni, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Søk arbeiði