{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Sport24

Sport 24 hevur eitt frítíðararbeiði til ung í Klaksvík, hósdagar og leygardagar

Í handlinum hjá Sport 24 í Klaksvík selja tey alskyns vørur til tann virkna persónin. Í sport 24 í Klaksvík kann tú finna øll tey kendastu ítróttarmerkini, bæði til vaksin og børn. So um tú er áhugað/ur í nýggjasta mótanum innan ítróttarheimin, er Sport 24 so víst nakað fyri teg.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At standa við kassan
- At taka ímóti vøru og fáa hana uppá pláss
- At halda handilin innbjóðandi og ruddiligan

Um tú skal arbeiða hjá Sport 24, er umráðandi at tú er fyrikomandi og blíð/ur.

Hans Pauli Ziska Jacobsen er stjóri á Sport 24, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Sport 24 við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Facebook

Instagram

Søk arbeiði