{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Miðlan í Klaksvíkar kommunu

Miðlan er við í Ung í arbeiði

Miðlan er móttøkan og kunningardiskurin hjá Klaksvíkar kommunu, har fólk koma at spyrja um ymisk viðurskiftir. Tey fólkini, ið arbeiða í Miðlan, eru tí tey allar fyrst, sum tú hittur, tá ið tú kemur inn í bygningin hjá kommunufyrisitingini. Tí er tað umráðandi, at tú er blíður og tíður, tá ið tú arbeiður her. Men starvsfólkini í Miðlan gera eisini annað arbeiði, ið ikki er møguligt at síggja, tá ið tú stígur innum í kommunufyrisitingini. T.d. at skráseta broytt viðurskiftir hjá borgarum, ella at kunna um mál, ið eru til viðgerðar. 

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At skilja sundir, og flokka pappírir o.a.t.
- At kopiera
- At taka telefonina

Maria Thorsteinsson er journalleiðari, og hon bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Klaksvíkar kommunu, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

Youtube

Instagram

Søk arbeiði