{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Klaksvíkar havn í Klaksvíkar kommunu

Ein møguleiki hjá ungum at arbeiða í summarferiuni og eftir skúlatíð

Havnalagið í Klaksvíkar kommunu er væl útgjørt til fjølbroytt virksemi. Eitt nú eru góðir atkomumøguleikar hjá fiskiskipum og ferðamannaskipum. Á kajøkinum ferðast sostætt nógv fólk -bæði lokal og vitjandi. Tí er umráðandi at halda økið snotiligt og innbjóðandi eins og restina av býnum.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At lúka framvið kajkantinum
- At lempa mold
- At spula og halda økið snotiligt

At arbeiða á kajøkinum krevur nógva kropsliga orku. Tí er umráðandi at tú er væl fyri kropsliga.

Meinhard Petersen er kajfúti, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Klaksvíkar kommunu og Klakvíkar havn, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíða

Heimasíða

Facebook

Youtube

Instagram

Søk arbeiði