
Arbeiðspláss
Drotning Margrethu barnagarður

Barnagarðurin í hjartanum í Klaksvík ynskir ein ungan, at arbeiða ein dag um vikuna eftir skúlatíð
Tá ið tú arbeiður í einum barnagarði, so er neyðugt at tær dámar at vera saman við fólki. Hettar merkir, at tínir sosialu førleikar veruliga koma í spæl, á hesum arbeiðsplássinum.
Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:
- At standa fyri okrari lítlari verkætlan, so sum eitt listarverk ella at gera fimleik saman við børnunum
- At fríðka um úti í garðinum
- At spæla og ganga túrar saman við børnunum
Tú kann sostætt vænta nógva eygnakontakt, kropsliga kontakt, og prát við bæði vaksin og børn.
Marjun Lassen er leiðari á stovninum, og á hesari leinkjuni bjóðar hon tær "Vælkomin til arbeiðis".
Leita tær nærri kunning um dagstovnin, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.