{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Magn

Magn ynskir ung í arbeiði í Klaksvík

Magn er ein av orkuveitarum okkara her í Føroyum. Hettar merkir, at tá ið tú tendrar fyri radiatorinum í húsinum tú býr í, ella tá ið tú skal ein biltúr við vinum ella familju, ja so er tað ein møguleiki, at oljan í húsinum og bensinið í bilinum kemur frá Magn. Men afturat at veita orku, finnur tú eisini ein hugnaligan handil á Magnstøðini í Klaksvík -hvør kennur ikki "Magnkaffi", ella "Magnís", sum heilt víst eru tær vørurnar hjá Magn, ið skara framúr? Hesa vørurna hevur tú nú møguleika fyri, at læra teg at selja. At arbeiða í handlinum hjá Magn, krevur at tú er blíð/ur og er áhugað/ur at veita eina góða tænastu og uppliving til kundan.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- Tænastu veiting
- At fylla upp vøru á hyllanar 
- Reingerð

Nógv røsk ung fólk arbeiða á Magn í Klaksvík, og á Magn í Klaksvík ynskja tey sostætt, at tú heldur á fram at arbeiða, eftir at tú er liðug/ur at arbeiða her saman við Ung í arbeiði. 

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein er støðleiðari á Magn í Klaksvík, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Magn, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

Instagram

Youtube

Søk arbeiði