{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Kirkjugarðarnir í Klaksvíkar kommunu

Hettar økið í Klaksvíkar kommunu ynskir raskan ungdóm at arbeiða

Kirkjugarðarnir í Klaksvík, eru støð, ið skulu verða dámlig at koma til, tá ið vit ynskja at brúka eina løtu at minnast okkara kæru. Tí er tað sera vakurt, at kirkjugarðsøkini eru grøn. Hesi økini eru tó sera stór í vavi, og um summarið grør um gangandi fót. Tí er gott at Ung í arbeiði kunnu hjálpa til við at halda hesi stóru grønu økini vøkur.   

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At sláa gras
- At leggja grús á gøturnar
- Seta gravsteinar upp

At arbeiða við hesum arbeiðinum krevur nógva kropsliga orku, men er samstundis serstakliga deiligt, tá ið sólin skýnur um summarið.

Jákup Martin Gullaksen er gravari í Klaksvíkar kommunu, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Klaksvíkar kommunu, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíða

Facebook

Youtube

Instagram

Søk arbeiði