{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Dagrøktin í Klaksvíkar kommunu

Dagrøktin í Klaksvíkar kommunu ynskir ungt fólk at arbeiða í summarferiuni, eins og eftir summarferiuna

Tey børnini sum eru í dagrøkt hjá Klaksvíkar kommunu, eru í aldrinum 7 mánaðir til 3 ár. Tú kemur tí at arbeiða á einum øki, har okkara allar yngstu borgarir mennast, áðrenn tey fara víðari í barnagarð. Virksemið á hesum arbeiðsplássinum er laga eftir hesum aldursbólkinum, og tað merkir, at tað eru løtur á degnum, har næstan øll børnini sova. Dagrøktin ynskir soleiðis, at Ung í arbeiði eisini tekur sær av praktiskum uppgávum, tí umráðandi er, at tað er trygt og snotiligt rundan um okkara minstu. 

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At fríðka tey grønu økini
- At mála garð
- At spæla við børnini

Hettar arbeiðið krevur at tær dámar praktiskar uppgávur, har tú allarhelst verður skitin um klæðini, eins og at tær dámar at verða um okkara allar minstu. 

Vivian Bjartalíð er leiðari á dagrøktini, og hon bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Dagrøktaskipanina í Klaksvíkar kommunu, við at trýsta á slóðina niðanfyri.

Heimasíða

 

 

 

Søk arbeiði