Arbeiðspláss

Mylnuhúsið

Umsóknarfreist 04 juli 2022

Mylnuhúsið søkir ung til summaransing 

Mylnuhúsið er ein kommunalur ansingarstovnur, ið ansar børnum frá 0 til 6 ár. Í Mylnuhúsinum arbeiða 15 starvsfólk og til dagligt ganga 60 børn á stovninum.

Frá 18. juli til 5. august hevur Mylnuhúsið summaransing. Tá fara aðrir ansingarstovnar í summarferiu og tí koma børn úr øðrum stovnum at verða í Mylnuhúsinum. Meðan summaransingin er, eru færri børn at ansa enn vanligt. Børnini í Mylnuhúsinum eru oftani úti. Ikki minst um summarið. Tí mást tú tíma væl at verða úti í náttúruni, umframt at tú tímur at verða um smábørn.

Mylnuhúsið hevur opið frá 07.30 til 17.00 og ynskir at hava eitt ungt hjálparfólk frá áleið viku 29 til viku 31. Talan er um 80 tímar samanlagt.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At spæla við, og vera um børnini, saman við teimum vaksnu á stovninum
- At fara útferðir og spæla uttandura við børnunum
- At hjálpa til við ymiskum dagligum uppgávum, so sum at rudda, dekka borð og hjálpa børnunum við klæðum og øðrum

Hettar arbeiði krevur sostætt, at tú er og tolin við børnum og trívist úti. Um hetta er nakað fyri teg, so er at trýsta á "Søk arbeiði" knøttin.

Maja Højsted er leiðari í Mylnuhúsinum.

Leita tær nærri kunning um Mylnuhúsið, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíða

Facebook

Søk arbeiði