{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Sílnet

Fyritøkan Sílnet ynskir ungan at byrja í arbeiði beinan vegin

Sílnet er tænastuveitari til fiski- og alivinnuna. Hettar merkir, at Sílnet framleiðir og viðlíkaheldur ta útgerð, ið fiski- og alivinnan brúkar í teirra arbeiði, so sum trol og aliringar. Tilfarið, ið Sílnet brúkar til at framleiða og viðlíkahalda, er t.d. net, tog og tráð, jarn- og stál lutir eins og ketu, dyneema, veir og boyur. 

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At bólka og skilja ymiskt av tilfarinum, so sum leggir
- At gera fuglanet  o.a.t.
- Koyra vøru út saman við stravsfólki

Sílnet heldur til í egnum virki á Kósabrúnni í Klaksvík.Tað er í hesari høllini, tú kemur at hava tína dagligu gongd, um tú fer til arbeiðis hjá Sílnet.

Jógvan Johannesen er ábyrgdarpersónur, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis"

Leita tær nærri kunning um Sílnet, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

 

Søk arbeiði