{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Evoke

Evoke ynskir ein ungan at arbeiða eftir summarfrítíðina

Evoke er ein hárfríðkanarstova, ið eisini hevur barberstovu og heilsølu. Á salongini arbeiða frisørar, sum til dagligt syrgja fyri, at kundin er nøgdur við sítt hár- ella skeggsnið, og kennir seg væl tá ið hon/hann fer út aftur frá salongini. Kundarøkt er tí ein sera stórur partur av dagliga arbeiðsdegnum í Evoke. Í kjallaranum hevur Evoke eina heilsølu, ið selur vøru til hárfríðkanarstovur kring landið. Hettar fjølbroytta virksemið ger, at tørvur er á einum ungum fólki, ið kann ganga til handa, og soleiðis læra um virksemið á salong Evoke.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At bjóða kundum kaffi/te í salongini
- At taka telefonina
- At arbeiða við heilsøluni

Eisini er Evoke við í einum altjóða samstarvi, har endamálið er at skapa nýggjastu trendini innan hárlist, sum síðani kom út á bók. So um tú er ein persónur, ið dámar at arbeiða í einum kreativum umhvørvi, er Evoke staðið. Tú kann vænta at arbeiða onkrar dagar aftaná skúlatíð, men eisini summar leygardagar. 

Joan Vágsheyg er stjóri í Evoke, og hon bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Evoke, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Facebook

Instagram

Søk arbeiði