Arbeiðspláss

KBI

Nú er møguleiki at arbeiða hjá KBI

Hug at arbeiða hjá Føroya størsta amboðshandli? So hevur tú trýst á rætta knøttin! Fyritøkan KBI er veitari av einari rúgvu av vørum og í handlinum finnur tú alt frá maskinum, amboðum og tekniskari útgerð, til grillir, húgvur og sápur, og ja, so sjálvandi eisini spritt. Harafturat finnur tú nógv blíð starvsfólk hjá KBI -heili 18 av teimum. Hesi starvsfólkini fáast mest við at selja og at ráðgeva, men eisini eru tað arbeiðsuppgávur so sum at koyra vøru út kring allar Føroyar, og at gera reint, sum tey arbeiða við.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At arbeiða á lagrinum
- At seta vørur uppá pláss
- At gera ymiskt fyrifallandi arbeiði

Um tú hugsar um at søkja arbeiði her, so er eisini umráðandi at hava í huga, at uppgávurnar bæði verða gjørdar úti á einum lagri, har mest onnur starvsfólk koma, eins og úti í handlinum, har tú skal vera klár/ur at taka ímóti kundum. Hjá KBI ynskja tey at tú byrjar skjótast gjørligt, so tað er bara at halda teg framat, um tú heldur at maskinur og handil eru ein spennandi samanseting. 

Jesper Brinck er HR-ráðgevi og tín maður á KBI, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um KBI, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíða

Facebook

Instagram

Søk arbeiði