{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Barnahúsið Margit

Barnahúsið Margit 

Barnahúsið Margit er ein kommunalur stovnur fyri børn í aldrinum 0 – 5 ár, sum ganga í stovunum kallaðar Várperlan (12 børn 0-3 ár), Summarperlan (12 børn 0-3 ár), Heystperlan (18 børn 3-5 ár), Vetrarperlan (18 børn 3-5 ár) og Perlan (6 børn), sum er serstova. Børn eru sera áhugaði í heiminum rundan um tey, og tey spyrja nógvar spurningar. Tí er umráðandi at tú er eins áhugað/ur í teimum, og dugur at hava tol, og tosa við tey. Kropslig- og eygnakontakt er nakað, ið tú mást klára væl, tá ið tú arbeiður á einum dagstovni, tí flest børn nýta allar teirra sansir, tá ið tey so fegin ynskja at tú gevur teimum ans.   

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At spæla við, og vera um tey smærru og størri børnini, saman við teimum vaksnu á stovninum
- At nýta tínar kreativum gávur, til frama fyri børnini á stovninum
- At rudda leikur uppá pláss, tá ið gerandisdagurin hjá børnunum er liðugur

Stovnurin er opin til kl.17:15, so hettar merkir, at tað riggar best hjá tær at arbeiða her, um tú hevur onkran stuttan skúladag, soleiðis at tú hevur møguleika at arbeiða nakrar tímar eftir skúlatíð.

Ann-Mari Kjølbro er dagligur leiðari í Barnahúsinum Margit, og hon bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Barnahúsið Margit, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíða

Facebook

Søk arbeiði