{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Cheap

Mótahandilin Cheap hevur møguleika fyri at hava Ung í arbeiði, í Novembur 

Cheap í Klaksvík er ein mótahandil, ið selur mótaklæðir og annað tilhoyr so sum smykkir, taskir, skógvar v.m. Hesin handilin er í tveimum hæddum, og tí fer tú við tíðini at læra at finna runt í handlinum, soleiðis at tú veit hvar tær ymisku vørunar hanga, liggja og standa, soleiðis at tú far svara kundanum, tá ið hon/hann spyr um eina ávísa vøru. 

Mótahandilin Cheap umboðar áleið 15 mótamerkir, so um tú er áhugað/ur í tí nýggjasta mótanum, so er Cheap akkurát nakað fyri teg.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At halda handilin innbjóðandi og ruddiligan
- At taka ímóti vøru og fáa hana uppá pláss
- At ganga til handa

Um tú skal arbeiða hjá Cheap, so er umráðandi at tú er fyrikomandi og blíð/ur, og hevur eitt lætt lindi, ið far kunda at kenna seg væl, tá ið hann/hon vitjar Cheap.

Beinta Klakkstein er stjóri í Cheap, og hon bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Cheap við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Facebook

Instagram

Søk arbeiði