{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Jacqson

Matstaðið í miðbýnum í Klaksvík luttekur nú eisini í Ung í arbeiði

Í Jacqson er rúmligt og pláss fyri einari stórari mongd av fólki, men eisini eru serligir hugnaligir krókar innrættaðir, til smærri bólkar. Her hendur mangt og hvat í Jacqson um dagarnar og kvøldanar, so sum livandi tónleikaframførslur og politiskir kjakfundir, men eisini eru mammubólkar og familjur, ið koma framvið at fáa sær ein góðan bita, ein kaldan smoothie, ella gott kaffi. Og um summarið eru nógv ferðafólk, ið leggja leiðina framvið, og sita uttanfyri og njóta matin og veðrið -tá ið tað er gott.

Tí hittir tú sera nógvar ymiskar kundar, tá ið tú arbeiður í Jacqson. Tá ið tú arbeiður á einari tílíkari matstovu, er sera umráðandi at tú er fyrikomandi og blíð/ur, soleiðis at kundin kennir á sær, at hann/hon er vælkomin.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At taka ímóti gestum
- At gera kaffi og smoothies, og møguliga hjálpa til í køkinum
- At servera, og taka av aftur borðunum  

Í Jacqson eru tey opin fyri at lata teg royna teg, so er okkurt ið tú heldur at tú er serliga góð/ur til, ella okkurt tú kundi hugsað tær at roynt, sum tú ongantíð hevur roynt áður, ja so er bara at siga til!

Lindi Gardar er stjóri í Jacqson, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Jacqson við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Facebook

Instagram

Søk arbeiði