Arbeiðspláss

Húsið

Umsóknarfreist 29 august 2022

Húsið er við í Ung í Arbeiði í ár!

Húsið er fyri øll børn og ung frá 3. flokki til 18 ár. Húsið er karmur um frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum í Klaksvíkar kommunu. Virksemið hjá Húsinum er býtt í tvey: Børnini á Bøgøtu og tey Ungu í Dávavirkinum.

Tað er á Bøgøtu tú fert at arbeiða, um tú kemur at arbeiða í Húsinum. Børnini á Bøgøtu ganga í 3. flokki til og við 7. flokk. Her er opið frá kl. 13.00 til 17.00.

Í Húsinum er gott samanhald, og starvsfólkini syrgja fyri, at børn og ung hava røttu amboðini til at uppliva lívið saman og mennast. Húsið er tiltikið fyri at duga væl at skipa fyri ymiskum stuttligum, sum ikki kann upplivast aðrastaðni. Børnini í Húsinum, nýtist ikki at keða seg -men tað er sjálvandi eisini loyvi at keða seg!

NAKRAR AV UPPGÁVUNUM, IÐ TÚ KANN VÆNTA AT RØKJA Á HESUM ARBEIÐSPLÁSSINUM ERU:
- At verða saman við og spæla við børnini, sum halda til í Bøgøtu
- At hjálpa børnunum við at halda Húsið reint og ruddiligt, so tað er eitt deiligt stað at vera
- At skipa fyri spølum og undirhaldi til børnini

Tú kemur at byrja mánadagin 5. september. Starvsfólkini og børnini í Húsinum er við uppá tað, so er tað okkurt tú kundi hugsað tær at roynt, sum tú ongantíð hevur roynt áður, ja so er bara at siga til!

Beinta Gregersen er leiðari í Húsinum.

Leita tær nærri kunning um Húsið, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíða

Facebook

Instagram

Youtube- Húsið Band

 

Søk arbeiði