{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Ung í grønum arbeiði

Ung í Arbeiði hevur trý leys størv at søkja, sum í høvðusheitum fevna um, at fríðka kommunal spælipláss, gøtur og grøn økir.

 

Hvør kann søkja?
Øll ung millum 15-19 ár eru vælkomin at søkja. Felags fyri allar uppgávurnar er, at ein skal hava hug at arbeiða úti og síggja fram til nýggjar spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

 

Hvussu er arbeiðið skipað?
Vit leita eftir fýra frískum ungum, sum hava møguleika at arbeiða frá uml. hálvan juni, og áleið seks vikur fram. Hans Hjalti Skaale og Jón Harald Poulsen eru arbeiðsleiðarar, og skipað dagliga arbeiðið. Arbeiðsstaðurin er skýlið undir stadionøkinum, har arbeiðsdagurin byrjar og endar, men arbeitt verður kring allan býin.

 

Nær og hvar skal umsóknin sendast?
Tú kanst søkja starvið beint her á heimasíðuni hjá Ung í Arbeiði. Freistin at søkja er 23.juni, og verða skikkaðir umsøkjarir settir í starv leypandi.


Hvussu verður arbeiðið lønt?
Talan er um trý tímalønt størv á 40 tímar um vikuna. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Klaksvíkar arbeiðarafelag.  

 

Meira um starvið:

Størvini eru knýtt at býargartnaranum og vegadeildini, har tað serliga eru spælipláss, gøtur og grøn økir, ið ungu starvsfólkini koma at arbeiða við.

Starvið krevur, at ein vísir ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Starvsfólkini verða knýtt at hvør sínari eldrivnari arbeiðssúkklu, ið ger tað nemt at koma runt í býnum til ymisku arbeiðsuppgávurnar. Við súkklunum, sum eru væl útgjørdar við m.a. el-motori, kunnu ungu arbeiðsfólkini eisini hava amboðini við sær, tá ið tey fara til arbeiðis. Neyðugt er at verða kropsliga væl fyri, og ikki minst hava mót og hug til kropsligt arbeiðið.

#vakurtíklaksvík #virkisfúsurungdómur #uía2020 #ungíarbeiði #klaksvík #wellíklaksvík

Søk arbeiði