{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Snjallabjalla

Frítíðarskúlin Snjallabjalla søkir eftir einum ungum, at arbeiða ein dag um vikuna eftir skúlatíð. Byrja verður eftir summarferiuna

Um tú skal arbeiða í Snjallubjallu, so krevur tað, at tú dugir væl at vera saman við nógvum fólki. Her er eitt gott høvi, at seta tínar sosialu og kreativu førleikar í spæl.

Nakrar av arbeiðsuppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At tosa við børnini í Snjallubjallu um mangt og hvat, tí tey spyrja nógvar spurningar
- At skipa fyri ymiskum virksemi, so sum fótbóltsdysti ella onkrum kreativum virksemi

Um tú dugir at syngja og spæla, so er tú hjartans vælkomin at nýta hesar føleikar í Snjallubjallu. Øll hugskot tú hevur til, hvussu tú kann brúka tína tíð hjá Snjallubjallu, eru hjartaliga vælkomin.

Beinta Klakstein er dagligur leiðari í Snjallubjallu, og hon bjóðar her "Vælkomin til arbeiðis"

Leita tær nærri kunning um Snjallubjallu, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Søk arbeiði