{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Ung í listarligum arbeiði

Vilt tú seta títt listarliga frámerki á býarmyndina í Klaksvík?

Ung í Arbeiði søkir eftir 8 ungum, sum hava hug, dirvið og hegni at listprýða ein 20 metrar langan vegg uttanfyri Íverksetarhúsið, har Fiskastykkið er.

 

Hvussu er arbeiðið skipað?
Frálæra verður í, hvussu arbeiðið skal skipast, soleiðis, at øll við áhugað hava møguleika, at læra ein grundleggjandi arbeiðshátt, sum er knýttur at, at sniðgeva eina mynd í ymiskum litum, skapum og dimensjónum.   
Katrina Rógvadóttir hevur ábyrgd av verkætlanini, og fer hon at geva teimum ungu íblástur og leiða arbeiðið.


Hvør kann søkja arbeiðið?
Øll ung millum 13-17 ár eru vælkomin at søkja. Arbeiðsstaðurin er Íverksetarhúsið, men arbeitt verður í høvuðsheitinum við Fiskastykkið niðanfyri Íverksetarhúsið.


Nær skal eg byrja?
Arbeitt verður í viku 28 og 29.
Øll 8 størvini eru 20 tímar um vikuna, har arbeiðsdagurin er gerandisdagar frá kl. 13.30 til 17.30.


Hvussu verður arbeiðið lønt?
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Klaksvíkar arbeiðarafelag. 

 

Nær og hvar skal umsóknin sendast?
Hevur hetta starvið tín áhugað, kanst tú søkja starvið beint her á heimasíðuni hjá Ung í Arbeiði.
Freistin at søkja starvið er  21. juni kl. 12.00. Setanarsamrøður vera í viku 26, og byrjað verður 6. juli. Um umsøkjarin eigur eina mappu við tekningum ella á annan hátt hevur listaverk, sum kunnu takast við til samrøðuna, so eggja vit til, at hetta verður tikið við til samrøðuna.


Meira um starvið
Størvini eru partur av verkstovuni hjá UÍA, sum m.a. er stuðlað av grunninum fyri barna- og ungdómsarbeiðinum hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Endamálið við verkstovuni er, at styrkja sambandið millum ungar arbeiðstakarar og arbeiðsmarknaðin. Í samstarvi við Íverksetarhúsið, vil UÍA við hesum størvunum gera tað møguligt hjá ungum, at gerast sjónlig í býarmyndini, samstundis sum tey arbeiða og gerast varug við lokala søgu og samfelagsviðurskifti annars. Sostatt verður listin skapað í mun til søguna á staðnum.

Øll, ið hava áhugað í listarligum arbeiði, eru vælkomin at søkja -tú sleppur at royna teg eftir evni.

#vakurtíklaksvík #virkisfúsurungdómur #uía2020 #ungíarbeiði #klaksvík #wellíklaksvík #verkstovan

Søk arbeiði