{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Kalsoyggin

Ung í arbeiði fer nú eisini til verka á Kalsoynni.

Klaksvíkar kommuna er meira enn Klaksvíkar býur. Í Klaksvíkar kommunu eru eisini bygdinar Ánirnar, Árnafjørður og Norðoyri á Borðoynni, Svínoy sum er einasta bygd á Svínoynni, og so Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes á Kalsoynni. 

Starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu, arbeiða til dagligt á Kalsoynni, og í summar verður eisini møguligt hjá tær at arbeiða her.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja her, eru:

  • At mála
  • At sláa gras

Fyri at loysa hesar uppgávur skilagott, er tað neyðugt at tú hevur kropsliga orku. Harafturat er arbeiðið serstakliga útiarbeiði, so tað merkir at um tú søkir hettar starvið, so má tú trívast við at rokast úti. Vit vóna sjálvandi at summarið verður deiliga turt, men hettar er ikki til at vita. Tí má tú eisini hava í huga, at arbeiðið verður lagt til rættis eftir veðurlýkindunum. Tí má tú verða til taks og klár/ur at traðka til, teir dagarnar tað viðrar. 

Og so vilja vit bert ráða tær til at stinga telefonina langt niður í lumman, og njóta frísku luftina og umhvørvið, teir dagar tú er til arbeiðis á hesu náttúru perlu! 

Bárður Lydersen er staðbundni maður okkara á Kalsoynni, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær meira kunning um arbeiðsplássið, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:

Heimasíða

Instagram

Visit Kalsoy

Søk arbeiði