{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Húsavarðatoymið í Klaksvíkar kommunu

Skúlatrøð og Ung í arbeiði samstarva nú eisini

Tað er soleiðis, at alt tað sum hevur við innihaldið í fólkaskúlanum, hevur landið ábyrdina av. Hettar merkir til dømis, at hvat og hvussu vit skulu læra í skúlanum, er upp til mentamálaráðið at avgerða. Hinvegin, er bygningurin sum fólkaskúlin heldur til í, ein ábyrgd hjá kommununum. Hettar merkir til dømis, at tey hølini sum vit til dagligt skulu læra í, verða viðlíkahildin av húsavørðum, ið eru starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu. Hesir bygningarnir hjá kommununi, sum húsavørðarnir arbeiða í, kallast "fastognir".

Ímeðan summarferia er, og fá fólk hava sína dagligu gongd í skúlanum, er upplagt at gera viðlíkahaldandi arbeiði til skúlabyrjan. Bygningurin hjá Skúlatrøð, har Valskúlin heldur til, skal snøggast til skúlaárið 2020/2021 og tí er tørvur á 4 ungum og røskum fólkum, sum kunnu hjálpa við at loysa hesa uppgávuna. 

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- At mála
- At trykkspula
- At lúka í havanum
- At bera borð og stólar

Um tú ynskir at røkja hettar arbeiðið, er best um tú er kropsliga væl fyri, og trívist við at samstarva við onnur.

Dánjal Danielsen verður arbeiðsleiðari, og hann bjóðar tær "Vælomin til arbeiðis"

Leita tær meira kunning um arbeiðsplássið, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:

Heimasíðan hjá Skúlatrøð

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu

Instagram

Youtube

Søk arbeiði