{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Reingerðartoymið hjá Klaksvíkar kommunu

Ein møguleiki at arbeiða sum reingerðarfólk í summar

Klaksvíkar kommuna hevur eitt reingerðartoymi við á leið 30 starvsfólkum. Tað er hettar toymið, ið syrgir fyri at tað er møguligt hjá okkum øllum í Klaksvík, at nýta lokalar almennar bygningar, tí krøv eru nevniliga, sum bygningarnir skulu yvirhalda, tá ið tað kemur til reinføri. Um reglur um reinføri ikki verða yvurhildnar, so er til dømis ikki møguligt hjá starvsfólkum at koma til arbeiðis í býráðsumsitingini, hjá næmingum at koma í skúla og borgarum annars, at gagnnýta tilboð so sum barnagarðarnar, svimjihøllina ella bókasavnið. Tí er reingerðararbeiði, eitt tað mest umráðandi arbeiðið, ið skal gerast í okkara samfelag.

Í býráðsumsitingini, ynska tey ein ungan afturat sær at arbeiða. 

Nakrar av arbeiðsuppgávunum tú kann vænta at gera eru:

- Vaska gólv, vindeygu og wc
- Turka eftir borðum og stólum
- Tøma skrellispannir

Eisini er møguligt, at okkum tørva tína hjálp at gera klárt til morgunmat og miðmála onkran dagin, til starvsfólkini í umsitingini. Men fyrst og fremst er tað reingerðararbeiði talan er um. Tú má tí vera nærløgd/lagdur í tínum arbeiði.

Hansina Finnsdóttir Joensen er leiðari hjá reingerðartoyminum, og hon bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis" 

Leita tær meira kunning um hettar arbeiðsplássið við at trýsta á leinkjurnar:

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu

Instagram hjá Klaksvíkar kommunu

Youtube hjá Klaksvíkar kommunu

Søk arbeiði