{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Klara Photography

Myndatakari til Vekstovuna hjá Ung í arbeiði

Í samstarvi við Klara Photography, søkir Ung í arbeiði nú eftir einum ungum myndatakara í aldrinum 15-16 ár.

Í septembur og oktobur, fer Ung í arbeiði at hava 5 tiltøk fyri ung, sum hava áhuga fyri arbeiðslívinum. Hesi tiltøkini kalla vit "Verkstovan LOFTIÐ".  Á loftinum í Íverksetarahúsinum, koma spennandi lokalir persónar at føra nakrar annarleiðis Verkstovur, ið allar hava við arbeiðið at gera.

Í samband við hettar nýggja tiltakið hjá Ung í arbeiði, bjóða vit nú tær at gerast partur av Verkstovutoyminum.

Hvussu er arbeiðið skipað?
Arbeiðsstaðurin er Íverksetarahúsið, sum eisini er arbeiðsstaðið hjá Klara Phototography. Tað verður Klara Johannesen, ið verður tín arbeiðsleiðari.

Arbeiðið verður skipað í tveimum pørtum: 

1. PARTUR 

Mikudag 12.08.2020 (10:00 - 16:00):
HUGAROK. Út frá ynskjunum hjá kundanum, fara tú og Klara frá Klara Photography, at hava eitt hugarok um hvussu evnini á ymisku verkstovunum, best kunnu lýsast við "portrait" myndum (vangamynd)

Hósdag 13.08.2020 (11:00 - 16:00): 
FYRIREIKING. Út frá tí sum tit koma fram til undir hugarokinum, fara tú og Klara at hava ein fund um, hvussu tú kanst skaffa tað neyðuga tilfarið, ið skal nýtast til myndatøkuna.

Fríggjadag 14.08.2020 (08:00-17:00 GG: hettar tíðarskeiðið kann broytast, so set allan dagin og kvøldið av):
MYNDATØKA. Hendan dagin fert tú at gera loftið í Íverksetarahúsinum klárt til myndatøku, eins og myndirnar verða tiknar av teimum persónunum, ið fara at hava verkstovurnar í heyst. Tað verður tú sum sleppur at taka myndirnar, ímeðan Klara vegleiðir teg. 

Afturat hesum, fer Klara at fyrireika teg til 2. part av arbeiðinum, sum er at taka myndir til sjálvar verkstovurnar í heyst. T.v.s. at Klara eisini fer at læra teg, hvussu tú ger eina mynda "reportage" (myndarøð).

2. PARTUR

Verkstovan LOFTIÐ verður hildin hesar dagarnar í septembur og oktobur:

Týsdag 01. septembur (18:45-21:15)

Týsdag 15. septembur (18:45-21:15)

Týsdag 29. septembur (18:45-21:15)

Týsdag 13. oktobur (18:45-21:15)

Týsdag 27. oktobur (18:45-21:15)

Tað verður tín uppgáva, at taka myndir, ið lýsa tað sum hendir til verkstovurnar (reportage). Hesi kvøldini verður Klara ikki til staðar, og tú arbeiður tí sjálvstøðugt. Tó er Durita frá Ung í arbeiði, við til allar Verkstovurnar, og verður hon sostætt tín kontaktpersónur hesi kvøldini.

Hvør kann søkja arbeiðið?
Tú hevur møguleika at søkja hettar starvið, um tú ert í aldrinum 15-16 ár, og ikki fyllur 17 ár í 2020. Tú skal eisini hava áhuga fyri myndlist -serliga myndlist av fólki. Og so má tú eisini tola at arbeiða undir tíðartrýsti -júst sum eitt rætt myndafólk.

Nær skal eg byrja?
Arbeiðið byrjar 12. august, og tað er sera umráðandi, at tú hevur møguleika at verða við allar dagarnar, sum eru upplýstir undir 1. og 2. parti omanfyri.

Hvussu verður arbeiðið lønt?
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Klaksvíkar arbeiðarafelag. Talan er um eitt starv á 40,5 tímar tilsamans.

Nær og hvar skal umsóknin sendast?
Hevur hettar starvið tín áhuga, kanst tú søkja starvið við at trýsta á knøttin "SØK ARBEIÐI". Skriva eina umsókn á 5 linjur, sum lýsir hví tú ynskir hettar starvið. 

Freistin at søkja starvið er 06. august kl.24:00.

Øll sum søkja, fáa síðani eina persónliga innbjóðing til samrøðu, í hesu somu viku. Til samrøðuna ynskja vit at síggja 4 myndir av fólkum og/ella løtumyndum, sum tú heldur eru ordiliga wellar ella sum onkursvegna hugkveikja teg. Best skikkaði umsøkjarin verður síðani bjóðað/ur starvið.

Meira um starvið
Starvið er partur av verkstovuni hjá UÍA, sum er eitt samstarv við Íverksetarahúsið, og sum m.a. er stuðlað av grunninum fyri barna- og ungdómsarbeiði hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Fototól, teldu og útgerð annars, ið krevst til arbeiðið, setur Klara tær til taks.

Meira um Verkstovuna
Verkstovan LOFTIÐ hevur til endamáls, at tit ungu, saman við áhugaverdum vaksnum fólkum, læra og hugleiða um alt tað sum ikki er sjálvt arbeiði, men sum tó er óloysiligt frá arbeiðslívinum.

Við at luttaka í Verkstovan LOFTIÐ, verður tú klókari uppá teg sjálvan, og tú far eina breiðari fatan av, hvat er uppá spæl, tá ið fólk koma saman í skipaðum sosialum samanhangum, so sum á einum arbeiðsplássi. Til at lýsa hettar, hava vit savnað nøkur spennandi fólk, sum øll vita hvat tey tosa um! Nevnast kunnu Beinta Árnadóttir Gregersen (leiðari í Húsinum og Kaospilotur), Annika Steintórsdóttir Biskupstø (undirvísari og hugleiðari), Jesper Brinck (KÍ´ari og arbeiður við tilrættarlegging av arbeiðsplássum), Sølvá Jansdóttir Joensen (Vanacoach og kend frá Instagram), Sigrun Jónsveinsdóttir (Stjóri í Íverksetarahúsinum og dóttir ein reiðara). 

Verkstovan LOFTIÐ leggur dent á, at tit ungu ikki bert skulu læra ígjøgnum tað sum verður sagt, men eisini ígjøgnum tað sum tit síggja, merkja og smakka. Tí verður loftið í Íverksetarhúsinum umskapað, hvørja ferð tit koma til verkstovuna -tit koma sostætt til ein nýggjan heim hvørja ferð, har vit eta, hugna og læra saman. 

Leita tær meira kunning um Klara Photography við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:

Instagram

Facebook

Heimasíða

Fylg annars Ung í arbeiði á @uiaklaksvik . Hevur tú spurningar, so er tú altíð vælkomin at ringja til Duritu á 238899.

Søk arbeiði