{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Maskindeildin á Klaksvíkar sjúkrahús

Klaksvíkar sjúkrahús luttekur í Ung í arbeiði

Eitt av teimum heilt stóru arbeiðsplássunum her í býnum er Klaksvíkar sjúkrahús. Her starvast á leið 150 fólk, sum serliga arbeiða innan heilsuøkið, tað vil siga sjúkrarøktarfrøðingar, læknar, radiografar, bioanalytikarir o.s.v. Eisini nógv fólk arbeiða á kontórinum og alt møguligt annað, sum ikki er beinleiðis arbeiði við sjúklingum. T.d. hevur Klaksvíkar sjúkrahús eisini eina maskindeild, sum nú kundi hugsað sær at fingið ein ungan afturat toyminum, sum í løtuni telur tveir mans. Hettar er tí, at tað er sera umráðandi, at viðlíkahaldandi arbeiði verður gjørt í umhvørvinum hjá sjúkrahúsinum, tí tað er telur nógv at sjúkrahúsið er snotiligt og eitt gott stað at koma -bæði hjá sjúklingum og teirra avvarðandi, ið regluliga vitja.  

Nakrar av arbeiðsuppgávunum, ið tú kann vænta at fáa á hesum arbeiðsplássinum eru:

- Reinsa ókrút fyri gróður
- Smyrja kantsteinar
- Mála garðar 

Talan er sostætt serliga um útiarbeiði, og tú kann vænta at tað blívir eitt sindur rokaligt. Á maskindeildini arbeiður ein maskinmeistari og ein elektrikari. So um tú hevur áhuga fyri slíkum, so er bara at halda teg framat og spyrja inn til teirra arbeiði. Hvør veit um tín áhugi kann byrtast fyri yrkinum?

Regin Olsen er leiðari á Maskindeildini, og hann bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um arbeiðsplássið, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.

Heimasíða

Facebook

 

Søk arbeiði