{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Norðoya kunningarstova

Norðoya kunningarstova ynskir ung at byrja beinan vegin til arbeiðis

Á summri, er rokan í fjøruni á kunningarstovuni tí klárt skal gerast at taka ímóti mongu ferðafólkunum, sum hvørt ár vitja okkara bý. Um tú hevur hug at arbeiða innan ferðavinnuna, sum júst nú er í rívandi menning, ja so er Norðoya kunningarstova staðið fyri teg.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- Ymiskt fyrifallandi arbeiði, so sum at rudda eskjur og seta uppá pláss
- At deila faldarar út uttanfyri kunningarstovuna
- At taka ímóti ferðafólkum

Hettar merkir, at tað er ordiliga gott, um tú dugir enskt og/ella onnur fremmanda mál, men serliga mást tú verða fyrikomandi og blíð/ur. Hevur tú so omaná tað heila skil fyri kunningartøkni, so vilja vit fegin lata teg gagnnýta hesi evnir, eitt nú viðat arbeiða við heimasíðuni hjá kunningarstovuni.

Jórun Gardar er stjóri á Norðoya kunningarstovu, og hon bjóðar her "Vælkomin til arbeiðis"

Leita tær nærri kunning um Norðoya kunningarstovu, við at trýsta á slóðirnar niðanfyri.

Heimasíðan

Facebook

Instagram

Søk arbeiði