{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

PANO

Nýggja kioskin í hjartanum í býnum luttekur eisini í Ung í arbeiði

Kioskin Pano er eitt av okkara nýggjastu arbeiðsplássum her í býnum. Hon liggur sera væl fyri á Klaksvíksvegnum, og eru tey tiltikin fyri teirra salatbarr. Eisini selur Pano milkshake og ís, kips, sodavatn og blandað bomm. Um tú skal arbeiða í kioskini Pano, er umráðandi at tú klárar at hyggja fólk í eyguni og útstrálar good vibes! Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, men eftir sum at tú jú gongur í skúla, so verða vaktirnar serliga um kvøldanar og í vikuskiftinum.

NAKRAR AV UPPGÁVUNUM, IÐ TÚ KANN VÆNTA AT RØKJA Á HESUM ARBEIÐSPLÁSSINUM ERU:

- At standa við kassan
- At fylla vøru á hyllanar
- At syrgja fyri at kioskin til eina og hvørja tíð er rein og ruddilig 

Kioskin er eitt gott stað hjá ungum at byrja sítt arbeiðslív, tí tú far góða upplæring og fjølbroyttar uppgávur. Um tað vísir seg at tú hóskar væl á hesum arbeiðsplássinum, so ynskja tey hjá Pano sjálvandi, at tú heldur fram.

Anna Norðoy er stjóri á Pano, og hon bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær nærri kunning um Pano, við at trýsta á slóðina niðanfyri.

Facebook

Søk arbeiði