{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Íverksetarahúsið

Ein góður møguleiki, at sleppa innum gáttina í Íverksetarahúsinum í Klaksvík

Tú kennir kanska Íverksetarahúsið, tí tú hevur vitjað her við skúlanum, ella tú hevur hoyrt um tað, í samband við SkúlaFM. Í stuttum kann man siga, at tað er her at nýggju arbeiðsplássini verða skapaði. Og nógv lív er í Íverksetarahúsinum fyri tíðina. Tó er ikki lív laga hjá íverksetunum á Garðavegi 57, um ikki eitt gott vaskifólk er partur av toyminum. Íverksetarahúsið leitar tí eftir einum ungum persóni til starvið sum vaskifólk í húsinum. Hevði tær dámt at verið hesin umráðandi putlibrikkurin, í tí stóra putlispælinum, so er tað møguliga tær vit leita eftir!

Til dagligt eru tað á leið 15-20 fólk, ið brúka húsið. Hesi eru t.d. starvsfólk hjá landinum og kommununi, íverksetar, lesandi, umframt onnur, ið nýta húsið til ymiskt virksemið um kvøldanar, so sum fundarvirksemi og fyrilestrar. Íverksetarahúsið hevur 3 hæddir. Á niðastu hædd eru 3 wc, gongd og fundarhøli. Á miðhæddini er ein køkur, gongd, durður og kontórir. Á ovastu hædd, er eitt stórt opið loft, við einum hugnakróki.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kanst vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

- Tøma skrellispannir

- Støvsúgva

- Vaska gólv og wc

Arbeiðstíðirnar fert tú at sleppa at leggja tilrættis, saman við tínum arbeiðsgevara. Tað sum er umráðandi, er at tú verður til arbeiðis, tá ið tað passar tær, hóast onkur ynskir sjálvsagt eru frá arbeiðsgevaranum. Nakrar arbeiðsuppgávur skulu gerast regluliga. Harafturat verða tíðir, har tú tekur ein ordiligan umgang, og ger heildarreint, so at húsið verður skimmað. Tú hevur møguleika at arbeiða fyri teg sjálva/n, samstundis sum at tú kann koma í samband við brúkaranar av húsinum, um tú ynskir. 

Sigrun Jónsveinsdóttir er stjóri í Íverksetarahúsinum, og hon bjóðar tær "Vælkomin til arbeiðis".

Leita tær meira kunning um arbeiðsplássið, við at trýsta á leinkjunar niðanfyri:

Heimasíða

Facebook

Instagram

Spyr Íverksetarahúsið

 

Søk arbeiði