{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **
Arbeiðspláss

Heygabúðin

Góða gamla Heygabúðin, ynskir at fáa ung í arbeiðið hjá teimum

Vit kenna øll Heygabúðina -handilin har vit plaga at keypa í fríkorterinum. So um tú er ein sovorin sum gongur í skúla, so veit tú allarhelst, at har er nokk at gera! Og um tú veit tað, so veit tú allarhelst eisini, at tað er umráðandi, at hava nokk av arbeiðsfólki at heita á! Heygabúðin er jú næstan altíð opin: Kl.16-22 mánadag til leygardag og kl.10-22 sunnudag. Tey sum arbeiða í Heygabúðini, arbeiða sum útgangsstøði í vaktum á 6 tímar og/ella á 4½ tíma.

Nakrar av arbeiðsuppgávunum tú kanst vænta, á hesum arbeiðsplássinum eru:

- Standa við kassan

- Fylla upp á hillar

- Vaska gólv og wc

Ein matvørðuhandil, má til eina og hvørja tíð liva upp til krøv um reinføri. Tí er reingerð ein umráðandi partur av arbeiðinum, ið tú fert at læra at avgreiða á hesum arbeiðsplássinum. 

Um tú skal arbeiða í Heygabúðini, er tað eisini sera umráðandi, at tú er ein blíður persónur, ið trívist við at hyggja fólk í eyguni. Tí tá ið fólk koma at keypa (til dømis tónleikarin Teitur Lassen), so verður tú ímyndin av handlinum. At veita eina góða tænastu til kundan, er tí altavgerðandi.

Eyðun Højbro er handilsleiðari í Heygabúðini, og hann bjóðar tær vælkomnum til arbeiðis.

Leita tær meira kunning um arbeiðsplássið, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

Heimasíða, Samkeyp

Facebook, Heygabúðin

Søk arbeiði