Arbeiðspláss

UNG Í GRØNUM ARBEIÐI

Ung í grønum arbeiði hevur 20 størv leys at søkja, sum í høvuðsheitum fevna um at fríðka kommunal økir, so sum kirkjugarðar, grøn økir, havna- og kaj økið v.m.

Hvør kann søkja og hvussu er arbeiðið skipað?

Øll ung millum 15-16 ár eru vælkomin at søkja. Vit leita eftir frískum ungum, ið hava hug og møguleika at arbeiða frá miðjan juni og til og við 20. august. Felags fyri allar uppgávurnar er, at ein skal hava hug at arbeiða úti, ikki smæðast við at royna okkurt nýtt og trívast í fjølbroyttum uppgávum. Arbeiðsuppgávurnar eru innna hesi øki: býarfríðkan & vegadeildin, á havna- og vinnuøkinum og á kirkjugarðinum.
Í summarfrítíðini er talan um fulltíðar arbeið, men meðan skúlin er á skrá er talan um 10 tímar um vikuna.

Uppgávur hjá býarfríðkan og vegadeildini

  • Fríðka um grønu økini í býnum
  • Klippa træ og runnar
  • Annað viðlíkahald

Uppgávur á kirkjugarðinum

  • Sláa gras
  • Mála garðar
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Uppgávur á havna- og vinnuøkinum

  • Reinsa ókrút og vøkstur á Stongunum, við bátabrúgvarnar og vestaru kaj
  • Rudda í og kring Klaksvíkar Hermetikk (Bollafabrikkin)
  • Seta upp borð og ruskíløt

Nær og hvar skal umsóknin sendast?

Søk starvið við at trýsta á knøttin niðast á síðuni.
Tey sum søkja, eru vælkomin at viðmerkja, hvat starv tey ynskja, ið mun til tær uppgávur sum eru. Tó er eingin trygd fyri, at vit kunnu ganga øllum ynskjum á møti.

Meira um starvið:

Starvið krevur, at ein vísir fyrilit, ábyrgd og hevur hug at seta spurningar til uppgávurnar, sum ein er sett/ur til. Øll ung í aldrinum 15-16 ár, og sum hava mót og hug til kropsligt arbeiðið, eru hjartaliga vælkomin at søkja.

Søk arbeiði