Arbeiðspláss

Hjá Skós

Umsóknarfreist 15 august 2022

Hjá Skós ynskja Ung í Arbeiði!

Hjá Skós selja tey skógvar, jakkar og regnklæðir. Handilin á Stangavegnum hevur eitt breitt úrval av skógvum til kvinnur, menn og børn. Talan er um gerandisskógvar, arbeiðsskógvar, stivlar, fjallaskógvar, veitsluskógvar v.m.

Tað er í hesum hølunum á Stangavegi 4, tú kemur at arbeiða.

Nakrar av uppgávunum, ið tú kann vænta at røkja á hesum arbeiðsplássinum eru:

  • At halda handilin innbjóðandi og ruddiligan
  • At arbeiða á goymsluni
  • At ganga til handa

Um tú skal arbeiða hjá Skós, so er umráðandi at tú er fyrikomandi og blíð/ur, og hevur eitt lætt lindi, ið fær kundan at kenna seg væl, tá ið hann/hon vitjar Skós. Tú kemur at byrja skjótast gjørligt eftir 15. august.

Til ber at tillaga arbeiðstíðirnar soleiðis at tú kemur at arbeiða eftir skúlatíð.

Astrid Johannesen er stjóri í Hjá Skós.

Leita tær nærri kunning um Skós við at trýsta á slóðina niðanfyri.

Facebook

Søk arbeiði