{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **

Nýggi starvsportalurin til Ung í Arbeiði er sjósettur

15 mai 2019

Nýggi starvsportalurin, www.uia.fo, er nýggja síðan, har ung í aldrinum 15-16 ár kunnu venda sær, um tey ynskja eitt frítíðarstarv.

Frá at vera eitt arbeiði, har ung kundu arbeiða í tvær vikur av summarfrítíðini, verður Ung í arbeiði nú ment enn meira. Nú er nýggi starvsportalurin vegurin inn til arbeiðslívið, har nógv ung fara at koma í samband við teirra fyrsta arbeiði, og sum vónandi er byrjanin til eina góða og læruríka tíð fyri tey ungu.

Á nýggja starvsportalinum liggja longu nógv størv og bíða. Millum arbeiðsgevarnar kunnu nevnast Norðoya kunningarstova, Jákup B, Klaksvíkar kommuna, Fríða Kaffihús og nógv onnur, sum ynskja at fáa ung til arbeiðis.

 

Samrøður í Íverksetarahúsinum

Tilmeldingin er nú opin, og samrøður verða hildnar í Íverksetarahúsinum. Tey fyrstu fara til arbeiðis longu aðrenn 1. juni. Endamálið við samrøðunum er at para ungu arbeiðstakararnar og tøku arbeiðsplássini so væl sum gjørligt.

Nýggi starvsportalurin ger tað møguligt hjá ungum at finna sær viðkomandi starv, í ávísum tíðarskeiðum, alt árið. 140 tímar eru knýttir at hvørjum starvi, og avgerð arbeiðsgevarin, saman við tí unga, nær og hvussu tímarnir skulu skipast.

 

Klaksvíkar kommuna gongur nýggjar leiðir

Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og Ung, er sera fegin um slóðbrótandi verkætlanina.

- Eg haldi, at hetta er sera gott og uppbyggjandi fyri okkara ungu í kommununi. Vónandi fer hetta at geva teimum ungu eina fatan av at hoyra til eitt arbeiðspláss, sum tey sjálvi velja. Ungdómurin fær við hesum átakinum ein nýggjan pall at trína inn á. Somuleiðis er fyrimunurin fyri arbeiðsgevararnar tann, at tey fáa hugagóðan ungdóm til arbeiðis, sum so møguliga velir at venda aftur, tá tey gerast eldri, sigur Beinta Klakstein.

- Eg vil somuleiðis rósa Duritu Samuelsen, verkætlanarsamskipara av UÍA, fyri at menna nýggja leistin og fyri at tora at ganga nýggjar leiðir, sum vit í felag føra út í lívið, sigur Beinta at enda.

Góðan arbeiðshug!

Skrivað: Ingi á Steinamørk