{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **

Durita skal samskipa Ung í arbeiði

20 februar 2020

Tey seinastu tvey árini hevur Klaksvíkar kommuna royndarkoyrt eina nýskipan við Ung í Arbeiði, har endamálið hevur verið at geva ungum møguleika at arbeiða á kommunalum og privatum arbeiðsplássum alt árið. Áðrenn hevur skipanin verið, at ungir borgarar hava verið partur av kommunalu arbeiðsorkuni í tvær vikur av summarfrítíðini.

Avgerðin um at gera Ung í Arbeiði skipanina til eina varandi loysn varð tikin politiskt í desember í 2019. Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung, fegnast um hesa avgerðina, tí afturmeldingarnar frá teimum ungu og teirra arbeiðsgevarum hava verið góðar.

-Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at kommunan áhaldandi mennir loysnir og hugskot, sum eru burðardygg. Við hesi skipanini eru vit við til at menna samstarv, samskiftið og relatiónir millum yngra ættarliðið og arbeiðsmarknaðin. Ikki bara í tvær vikur, men í eitt nógv longri tíðarskeið.

Durita Samuelsen, sum hevur ment verkætlanina, er nú sett í starv sum samskipari av Ung í Arbeiði, sum hon gleðir seg at menna enn meira.

-Trivnaðardeildin í kommununi varðar av verkætlanini, og sostatt er tað upplagt, at samstarvað verður við m.a. skúlan og Húsið, sum er ungdómshúsið fyri ung í Klaksvíkar kommunu. Tætt samstarv við tey, sum longu eru í sambandi við tey ungu, kann bara vera við til at lyfta verkætlanina enn meira, og møguliga eisini lata upp fyri nýggjum hugskotum, sum kunnu verða ment tvørfakliga.

- Høvuðsuppgávan verður tó framvegis at betra um samsvarið millum áhugamál og førleikar hjá tí unga og tær uppgávurnar, sum hvørt arbeiðspláss hevur, soleiðis at tey ungu, sum luttaka í Ung í Arbeiði, fáa eina góða og meiningsfulla uppliving av arbeiðslívinum.

Klaksvíkar kommuna ynskir Duritu hjartaliga til lukku við starvinum.

Skrivað: UIA