{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **

Ung fáa møguleika at prýða býin

25 mai 2020

Ung í arbeiði bjóðar í summar nýggj spennandi størv, har møguleiki er at arbeiða styttri og longri tíðarskeið. Talan er um tveir ymsikar starvsmøguleikar – ung í grønum arbeiði og ung í listarligum arbeiði.

Nýggju størvini eru partur av menningini, sum ung í arbeiði hevur verið í seinastu tvey árini.

Durita Samuelsen, sum hevur ábyrgd av ung í arbeiði sigur, at skipanin, har ung ígjøgnum alt árið hava verið knýtt at bæði privatum og almennum arbeiðsplássum hevur virkað væl.

- Ung í arbeiði hevur, sum øll onnur arbeiðspláss, verið merkt av covid-19 smittuni, og tískil hevur tað verið avmarkað við nýggjum størvum seinastu tíðina. Tí eru hesi størvini ment, soleiðis at ung framvegis kunnu fáa arbeiðsmøguleikar í summar, ímeðan arbeitt verður við at fáa hini samstørvini upp aftur at koyra.

- Fýra leys størv verða at søkja, sum í høvðusheitum fevna um, at fríðka kommunal spælipláss, gøtur og grøn økir. Harumframt vera átta størv til ung, sum hava hug, dirvið og hegni at listprýða ein 20 metrar langan vegg uttanfyri Íverksetarhúsið, har Fiskastykkið er, sigur Durita Samuelsen.

Størvini eru partur av verkstovuni hjá UÍA, sum m.a. er stuðlað av grunninum fyri barna- og ungdómsarbeiðinum hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Endamálið við verkstovuni er, at styrkja sambandið millum ungar arbeiðstakarar og arbeiðsmarknaðin.

Í samstarvi við Íverksetarhúsið, vil UÍA við hesum størvunum gera tað møguligt hjá ungum, at gerast sjónlig í býarmyndini, samstundis sum tey arbeiða og gerast varug við lokala søgu og samfelagsviðurskifti annars. Sostatt verður listin skapað í mun til søguna á staðnum.

Meira fæst at vita um størvini á Arbeiðstorginum á síðuni her!

Skrivað: UIA