{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **

Verkstovan LOFTIÐ “LARMA! – Hvíííííííí taaaaaaað?”

31 august 2020

Til okkara allar fyrstu verkstovu á loftinum í Íverksetarahúsinum, fara vit at hitta Beintu Gregersen og Duritu Samuelsen. Vit kenna hesar báðar frá Húsinum og Ung í arbeiði, har tær altíð finna uppá okkurt. Tær duga alt møguligt, men eitt sum tær báðar ikki duga so væl, tað er at tiga. Men at LARMA... TAÐ duga tær!

Beinta og Durita trívast best har sum tað larmar -altso har sum okkurt hendir. Gjarna okkurt óvæntað, tí tá hendir oftast okkurt spennandi. Tær tíma nógv betur larm enn tøgn, tí tær trúgva uppá, at tú betri kanst ávirka tað sum hevur týdning fyri teg og tínar vinir, um tú velur at LARMA heldur enn at tiga. So hví tiga tá ið tú kanst LARMA?

Kom við uppá LOFTIÐ 01. Septembur kl.18:45-21:00, har vit fara at venja okkum at LARMA -eitt nú við tí flunkandi nýggju LARMA appini.

Vit eru í Íverksetarahúsinum, á Garðavegi 57. Aldursbólkurin er frá 8. flokki til og við 18 ár.

Vit eta nachos, og gularøtur tí tað larmar so illa.

P.S. 45 tey fyrstu fáa eina LARMA t-shirt!

Skrivað: UIA