UNG Í GRØNUM ARBEIÐI

09. jun 2021

Tað grør um gangandi fót, tá ið tað kemur til arbeiðsuppgávurnar til Ung í grønum arbeiði. Tí er tørvur á fleiri hondum at røkja hesar deiligu uppgávur. Søkt verður tí eftir 20 ungum at koma til arbeiðis hjá Ung í grønum arbeiði, á hesum økjum:

- býarfríðkan og vegadeildin

- kirkjugarðarnir

- havna- og vinnuøkið

Til ber at søkja um at sleppa uppí arbeiðið hjá Ung í grønum arbeiði, á leinkjuni niðanfyri:

leinkja til umsóknarblað

Skrivað: UIA