Ung í Arbeiði leitar eftir røskum ungum!

27. mai 2022

Ert tú undir 18 ár? Vilt tú sleppa at royna teg á arbeiðsmarknaðinum? So átti tú at umhugsa at vitja Uia.fo, tí nú fer Ung í Arbeiði endiliga í gongd aftur.

Tað verður møguligt at søkja sær arbeiði alt árið, ikki bara um summarið. Talan er um tíðaravmarkaði størv hjá privatum fyritøkum, ella á almennnum stovnum í Klaksvík. Her er tað krav at ein er 15 ella 16 ár.

Eisini hava vit brúk fyri røskum fólki at loysa ymiskar uppgávur fyri kommununa, runt Klaksvíkina í summar. Er tað onkur bygningur sum skal málast? Okkurt økið ið skal ruddast? Onkur gøta sum gravast? So er hetta nakað sum UíA kann átaka sær. Tá talan er um slíkar uppgávur er aldursmarkið yngri enn 18 ár.

Um tú kundi hugsa tær at forvunnið nakrar krónur, so ber til at senda eina umsókn til UíA. Einasta treyt er at tú ert raskur/røsk, ert ímillum 15 og 17 ár (ella undir 18) og ert búsitandi í Klaksvíkar Kommunu.

Skrivað: UIA