Nýggj/ur á arbeiðsmarknaðinum?

08. jun 2022

Mikukvøldið 15. juni bjóðar Ung í Arbeiði inn til forvitnisligt tiltak, fyri tey sum fara til arbeiðis fyri fyrstu ferð. Vilt tú vita hvat tú kanst arbeiða við í summar? Ivast tú í hvat verður vænta av tær, tá tú fert til arbeiðis? Kom ein túr í Finastøðina og fá svar uppá tað tú ivast í.

Tiltakið byrjar kl. 20.00 og øll eru vælkomin. Eisini foreldur.

Skrá:

  • Jógvan Kallsgarð greiðir stutt frá, um hvussu Ung í Arbeiði virkar og hvat UíA fer at arbeiða við í summar.
  • Absalon Hansen formaður í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, kemur at greiða frá hvat eitt fakfelag er og um hvørjir rættindir og skyldur ein hevur sum arbeiðstakari.
  • Beinta Á. Gregersen kemur at fortelja hvat ein arbeiðsgevari ynskir av starvsfólkunum.
Skrivað: UIA